Hondbóltur og døming
Seinastu tíðina hevur kjak um støðuna viðvíkjandi hondbóltsdómarum tikið seg upp her heima.
Uttan at farast skal ov nógv í smálutir hesum viðvíkjandi, so tykjast allir partar í málinum vera samdir um, at í løtuni eru ov fáir hondbóltsdómarar í Føroyum. At bæði einstaklingar og feløg so eru ymisk á máli um, hvussu hetta kann loysast, er so ein annar spurningur.
HSF setir eingi krøv
Stutt fyri jól var grein í Dimmalætting, har spurningurin varð umrøddur, og har formaðurin í Hondbóltssambandinum, Petur Ove Petersen, millum annað vísti á, hvat HSF roynir at gera við spurningin.
Har verður millum annað sagt, at HSF ger eitt stórt og miðvíst arbeiði við at loysa spurningin. Millum annað við at halda skeið úti í ymsu feløgunum.
Tað eru tó ikki øll, sum eru á einum máli um, at arbeiðið hjá HSF hesum viðvíkjandi er nóg gott, og ein teirra er formaðurin í StÍF, Andrass Danielsen.
- Eg skal ikki siga, at tað er lygn, tá formaðurin í HSF sigur, at tey gera eitt stórt arbeiði. Alt gott um tað skeiðsvirksemi, sum teir hava framt her, og sum eisini er nakað, sum vit hava notið gott av, men støðan viðvíjandi dómarunum prógvar bara, at hetta ikki er nóg mikið, og eftir mínum tykki er hetta arbeiði als ikki nóg málrættað, sigur Andrass.
Hann vísir í hesum sambandi á, at tað ferð eftir ferð kemur fyri, at eingin ella í besta føri ein dómari møtir til dystir í yngru deildunum.
- Eg havi sjálvir fyri stuttum verið til tveir dystir hjá ávíkavist unglingum og dreingjum-16, har talan báðar ferðirnar var um dystir millum lið, sum vóru rættiliga jøvn í styrki.
- Báðu ferðirnar var bert ein dómari til hesar týdningarmiklu dystirnar, og tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er nøktandi. Tað er eisini stór synd fyri teir neyðars dómararnar, sum noyðast at døma einsamallir, tí teir hava ongan livandi kjans at gera arbeiðið nóg gott, og tað gerst ikki betri av, at foreldur og onnur uttanfyri so finnast at dømingini.
- Tá talað verður at hesum, so verður bara ypt øksl, og standard-svarið er bara, at »tað er bara ein dómari. Vit fáa ikki fleiri« og hetta er alt ov bíliga sloppið. Við hvørt er tað so galið, at man undrast á, hví í allari víðu verð vit skulu nýta pening til væl útbúnar venjarar, tá mest sum alt arbeiðið dettur niður fyri av slíkari líkasælu.
Formaðurin í StÍF er ikki í iva um, at einasti hátturin at toga hondbóltin úr hesi óhepnu støðu er, at krøv verða sett feløgunum.
- Sjálvandi skal mann vara seg fyri sjálvrósi, men eg tori at siga, at til 99% av okkara heimadystum hava vit tveir dómarar, og tað er so meira, enn flestu av hinum feløgunum hava. Tað er snøgt sagt eitt krav, sum vit hava sett okkum sjálvum. Eitt krav, sum í mínari verð er sjálvsagt, um tú ætlar tær at vera við í hondbóltinum. Tað eigur at vera ein náttúrligur partur av felagsarbeiðinum, at dómarar alla tíðina verða settir við.
Nerta ikki málið
Hetta krav er tíverri ikki so sjálvsagt alla staðni, og í eini roynd at gera nakað við hetta, so sendi StÍF eitt uppskot inn til aðalfundin hjá HSF, sum varð hildin 21. apríl.
- Vit settu fram uppskot um, at feløgini hava ábyrgd av, at tveir dómarar eru til allar dystir, og at hesir skuldu hava grundleggjandi kunnleika til hondbóltsreglurnar.
- Sum so hevði eg ikki roknað við, at uppskotið bara bleiv samtykt uttan víðari, men í øllum førum vónaðu vit, at hetta kundi skapa eitt kjak um evnið, men har hendi einki. HSF hevði ikki so mikið sum tikið uppskotið við á skránna, og tað haldi eg vera ov vánaligt.
Andrass heldur, at okkurt er grundleggjandi galið, tá sambandið sjálvt bara ignorerar eitt slíkt mál uttan víðari.
- Hetta er tekin um eina líkasælu, sum eisini varð undirstrikað til FM fyri yngru deildir, sum HSF sjálvt skipaði fyri. Eisini í hesi kappingini var støðan aloftast tann, at bert ein dómari var til hvønn dystin, og tá eg spurdi eitt umboð fyri HSF, hví teir ikki høvdu fleiri dómarar, var svarið aftur hitt sama. »Vit hava ikki fleiri dómarar«. Tað er snøgt sagt ov bíligt við slíkum umberingum.
Eisini vísir Andrass á, at tá eykaaðalfundurin hjá HSF varð hildin í september, var støðan aftur hin sama. Uppskot, sum høvdu við dómarastøðuna at gera, fingu als ikki umrøðu.
- Tað ferðina sendu vit tvey nýggj uppskot til fundin umframt tað, sum vit sendu til upprunaliga aðalfundin.
- Hesa ferð bóðu vit í fyrra lagi HSF koma við uppskotum um, hvussu dømingin í ymsu deildunum skuldi býtast millum ymsu feløgini. Í øðrum lagi bóðu vit eisini HSF koma við uppskoti um, hvørja revsing feløg skulu fáa, um tey ikki halda sína skyldu at døma. Men heldur ikki hesa ferð varð eitt einasta orð sagt um uppskotini á aðalfundinum.