Setrið broytir krøv til adjunkt í løgfrøði

Løgfrøðingar við drúgvum royndum kunnu nú søkja adjunktstarv í løgfrøði uttan at fara undir Ph.D lestur.

- Ein skilagóð broyting av krøvunum, heldur Kári á Rógvi, løgfrøðingur og Ph.D


Bert ein umsøkjari var til starvið sum adjunktur í løgfrøði, ið Fróðskaparsetrið lýsti leyst herfyri. Hesin eini umsøkjarin valdi tó at taka umsóknina aftur.

Í eini roynd at fáa fleiri umsøkjarar víðkar Fróðskaparsetrið tískil møguleikarnar at søkja starvið. 



Kunnu ikki bíða

Sambært upprunaligu starvslýsingini var tað eitt krav, at umsøkjarar fóru undir eina Ph.D. verkætlan í løgfrøði.

Í nýggju starvslýsingini er Ph.D lestur ikki longur eitt krav, um umsøkjarin hevur drúgvar løgfrøðiligar royndir.

- Við hesum vilja vit fegin geva eitt nú eldri umsøkjarum við drúgvum løgfrøðiligum royndum í verki møguleika at søkja starvið, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum.

Hann vísir á, at tað framvegis er eitt krav, at yngri umsøkjarar fara undir Ph.D lestur, og at tað er ynskiligt at aðrir eisini gera tað. Hinvegin heldur hann støðuna verða so akutta, at hyggjast eisini má eftir øðrum møguleikum at mannað starvið.

- Tá tað snýr seg um gransking og undirvísing í løgfrøði í Føroyum, er talan um at dyrka upp eitt øki heilt av nýggjum. Tað tekur tíð at fáa fólk við formligum førleika, men hesum kunnu vit ikki bíða eftir, sigur Jóan Pauli Joensen. 



Luksustrupulleiki

Kári á Rógvi, løgfrøðingur og Ph.D, heldur ikki, at Fróðskaparsetrið á hendan hátt slakar krøvini til adjunktin í løgfrøði, so leingi tey bara umfata løgfrøðingar við drúgvum royndum.

- Eg síggi hetta heldur sum eina nágreining av upprunaliga kravinum, sum var í so stirvið. Tað gevur lítla meining at krevja, at ein eldri løgfrøðingur, sum hevur granskað í áravís, knappliga skal fara í holt við eina Ph.D verkætlan fyri at prógva, at hann dugir at granska, sigur Kári á Rógvi.

Hann heldur tað bæði verða tápuligt og spell, um royndir løgfrøðingar verða forðaðir í at søkja starvið, orsaka av slíkum stirvnum formligum krøvum.

- Eru vit veruliga so heppin, at eldri løgfrøðingar við granskara- og lívsroyndum hava áhuga fyri hesum starvinum, skulu teir sjálvandi sleppa framat. Um krøvini harvið mugu broytast eitt sindur, er tað eftir mínum tykki tekin um ein luksustrupulleika, sigur Kári á Rógvi. 



Tryggja støðið

Skulu vit fáa mest gagn av eldri løgfrøðingum á eini føroyskari løgfrøðiútbúgving, eiga teir at sleppa beint í holt við gransking innan aktuel og viðkomandi evni, heldur Kári á Rógvi.

- Bæði frálæran og samfelagið kundi fingið stóra gleði av slíkari gransking, uttan at hon endiliga skal uppfylla krøvini til eina Ph.D verkætlan á fleiri hundrað síðir, staðfestir Kári á Rógvi.

Hvørki Kári á Rógvi, løgfrøðingur, ella Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, stúra fyri, at frávikið frá kravinum um Ph.D lestur fer at skapa trupulleikar í samstarvinum við onnur universitet.

- Tá talan er um gransking í altjóða høpi verður altíð sipað, at granskingin skal hava eitt ávíst støði heldur enn eitt ávíst heiti. Men vit fara sjálvandi at tryggja, at granskingarførleikarnir á føroysku løgfrøðiútbúgvingin eru minst á Ph.D støði, sigur Jóan Pauli Joensen.

- Fróðskaparsetrið eigur at tryggja sær, at hesir løgfrøðingarnir fáa atgongd til sokallað Ph.D skeið. Út frá tí, sum eg kenni til slík skeið, verður tað neyvan nakar trupulleiki, sigur Kári á Rógvi, løgfrøðingur.