Fyrr í dag var ein grein á in.fo, har Herálvur Jacobsen førdi fram, at tað kundi givið meining, um Fróðskaparsetrið í eitt ár, ikki tók lesandi inn á læraralinjuni.
Grundgevingin er, at tað eru so nógvir lærarar, ið verða útbúnir til arbeiðsloysi ella hálvtíðarstørv. Tað tænti ongum endamálið at útbúgva nógvar lærarar um teir ikki fingu starv innan útbúgving tá tey eru liðug, segði Herálvur Jacobsen.
Hann helt, at í staðin kundi Fróðskaparsetrið lagt seg eftir at endurútbúgva teir lærarar, ið longu eru í starvi, tí tað var eisini eitt økið, ið kravdi at eftirhyggjast og dagførast.
Janus Jensen, útbúgvingarleiðari á læraraútbúgvingini, sigur at Fróðskaparsetrið hevur ongan ítøkiligar ætlanir um at halda steðg í læraraútbúgvingini.
- Vit hava tosa leysliga um tað, men hava onga avgerð tikið, sigur Janus Jensen.
Janus Jensen sigur víðari, at um so er, at Fróðskaparsetrið fór undir at endurútbúgva verandi lærarahóp, so má tann játtanin hjá Mentamálaráðnum hækka.
- Tað er eitt gott hugskot, men tað eru fleiri partar, sum mugu hoyrast í hesum, m.a. Mentamálaráðið, sigur Janus Jensen.