Klaksvík:
Triðja árið á rað settu øll børnini í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar kommunu sín dám á gøturnar, tá tey í skrúðgongu gingu niðan á fótbóltsvøllin, har tey endaliga settu punktum fyri evnisarbeiðinum í ár.
Evnið í ár var Børn og Heilsa, og gingu tey við ymiskum skeltum og øðrum, sum tey høvdu gjørt.
Á fótbóltsvøllinum bjóðaði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri vælkomin. Aftaná Steinbjørn komu børn frá Fjallafípuni upp á pallin at syngja nakrar sangir. Og síðani sungu øll, bæði børn, starvsfólk og foreldur, nakrar sangir og rørsluspøl.
Veðrið var sera vánaligt, men tað bilti ikki so nógv fyri børnini, sum øll vóru væl ílatin. Tey mongu regnklæðini gjørdu tað ógvuliga litríkt at síggja út yvir tey, meðan tey stóðu so fitt á vøllinum.
Flestu áskoðararnir sótu í skýlinum við vøllin, so alt í alt var dagurin bara heilt góður.
Sum onkur tók til aftaná, at eftirhondini munnu føroyingar fáa tað inn, at tað nyttar onki at ilskast inn á veðrið.
Afturvendandi tiltak
Hetta er sum sagt triðja árið, at skipað verður fyri hesum tiltakinum, og er ætlanin hjá skipanini at halda fram við hesum á hvørjum ári.
Jórun Niclasen, samskipari av barnaansingini í Klaksvíkar kommunu, sigur, at tað vísir seg, at tiltakið hevur eydnast væl hvørjaferð.
? Endamálið er fyrst og fremst, at øll skulu gera okkurt saman og at gera okkum meiri sjónlig, greiðir hon frá. Og sjálvandi er endamálið eisini, at børnini skulu fáa eina vitan um eitt ávíst evni.
Evnini tey bæði undanfarnu árini vóru Fjøra í 2002 og Myndlist í 2003. Í ár varð tað so Børn og Heilsa, og kom tað av, at heilsa er eitt evni, sum upptekur meginpartin av samfelagnum í dag.
? Vit eru ein bólkur umboðandi allar stovnar og dagrøktina, sum hevur tilrættislagt hetta, og tá uppskotini øll vóru komin á borðið, snúðu so at siga øll seg um eitt hvørt sum hevur við børn og heilsu at gera, og tí varð tað høvuðsyvirskriftin, greiðir Jórun frá.
Síðani valdu stovnarnir, hvussu teir gjørdu víðari. Alt eftir tørvi ella aldursbólkum gjørdu tey av, hvussu tey vildu arbeiða við evninum.
Íblástur
Jórun sigur, at tað vísir seg, tá tað verður arbeitt á hendan hátt, at hugflogið veruliga fær luft undir veingirnar.
? Øll vilja sjálvandi gera sítt besta, og tað ger jú tiltakið so mikið betur, vísir hon á. Eisini heldur hon, at tey fáa øll íblástur frá hvørjum øðrum, tá tey hava møguleika til at síggja, hvat hini hava gjørt.
Tiltakið fríggjadagin eydnaðist sera væl, men eftirmeting skal til. Jórun sigur, at bólkurin fer at hittast seinni í dag til at eftirmeta tiltakið og so spakuliga at byrja at tosa um, hvussu tað skal verða komandi ár.