Nú nærkast dagurin, tá maskinmeistararnir hjá SEV skulu fáa løn. Bíðað verður í spenningi eftir hesum degi, tí SEV hevur fleiri ferðir boðað frá, at maskinmeistararnir fáa løn útgoldna eftir tí gamla sáttmálanum.
Maskinmeistarafelagið hevur svarað aftur, at tað undir ongum umstøðum góðtekur at fara aftur til gamla sáttmálan. Spennandi verður tí at síggja, hvat stig Maskinmeistarafelagið fer at taka, tá lønirnar einaferð eru útgoldnar.
SEV og Maskinmeistarafelagið komu ásamt um ein sáttmála, sum hevur verið galdandi síðan 1. mars. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum Karsten Hansen góðkendi tó ikki sáttmálan og mælti pørtunum at fara undir nýggjar samráðingar. Hetta vil Maskinmeistarafelagið ikki hoyra talan um.
Einki annað val
? Vit fara at flyta lønirnar eftir tí gamla sáttmálanum. Vit hava ongan annan møguleika, tá sáttmálin ikki verður góðkendur í fíggjarmálaráðnum, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.
Mánadagin seinnapartin skuldu SEV og Maskinmeistarafelagið hava óformelt prát um støðuna. Fríggjadagin høvdu SEV og Fíggjarmálaráðið fund um støðuna, men einki nýtt kom fram á tí fundinum.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Jógvan Nybo, hevur áður nevnt møguleikan at leggja arbeiðið niður. Tað hevði havt við sær, at landið verður myrkalagt, tí motorarnir koyra ikki mannleysir.
Felagið bað um váttan frá SEV um, at felagsskapurin fór at halda seg til nýggja undirskrivaða sáttmálan, men hesum sýtir SEV fyri.
Hann sigur tó, at SEV fyrst av øllum fær at vita, hvat felagið fer at gera, tá lønirnar verða goldnar eftir gamla sáttmálanum.