Elfelagið SEV tekur undir við átakinum ?Seal the Deal?, sum Sameindu Tjóðir hava sett í verk upp undir ST-veðurlagstoppfundin í Keypmannahavn í desember. Hetta staðfesti SEV-stjórin, Hákun Djurhuus, við undirskrift síni á vitjan á Risø granskingarstovninum í Danmark í gjár, skrivar heimasíðan hjá SEV.
Har setti hann stempul og undirskrift sína á ein bannara, sum fólkini aftanfyri ?Risø International Energy Conference 2009? skulu brúka í sínum átaki
Átakið hevur til endamáls at eggja øllum heimsins stjórnarleiðarum at koma ásamt um eina rættvísa, balanseraða og effektiva veðurlagsavtalu á COP15-ráðstevnuni í Keypmannahavn.
Til ber hjá øllum, bæði stovnum, fyritøkum og einstaklingum, at stuðla hesum átaki við at fara inn á heimasíðuna hjá ?Seal the Deal? og skráseta seg.
-Hesum mæli eg øllum til at gera, sigur Hákun Djurhuus við SEV-heimasíðuna.