Sextrælur verður multimillióningur

Jaycee Dugard, sum í 18 ár var hildin sum sextrælur av pedofila ørvitisknokkinum, Phillip Garrido, hevur nú fingið 120 milliónir krónur í endurgjaldi. Staturin California er dømdur at gjalda Jaycee Dugard 20 milliónir dollarar í endurgjaldi, tí skipanin ikki megnaði at halda skil á einum dømdum neyðtøkumanni við tí úrsliti, at Jaycee Dugard var hildin sum sextrælur í 18 ár.

Dugard, sum nú er 30, varð 11-ára gomul burturflutt á veg í skúla í South Lake Tahoe grannalagnum í 1991, og eingin visti um gentuna at siga, fyrr enn í august í fjør. Tá var hon funnin í einum skúri í Bay Area, sum Phillip Garrido átti. Hann varð síðani ákærdur fyri burturflyting og neyðtøku.

Meðan Jaycee Dugard var í sextrælahaldi føddi hon tvey børn, og málið var so skakandi, at tað fekk altjóða umrøðu.

Stutt eftir, at Dugard og báðar døtur hennara vórðu funnar, kom ein frágreiðing fyri dagsins ljós sum segði, at royndarleyslatingar-myndugleikar ikki høvdu greitt sína uppgávu til lítar við vantandi eftirliti av Phillip Garrido. Myndugleikarnir høvdu ikki givið sær far um týðilig tekin í eitt áratíggju, sum annars helst høvdu ført til, at Jaycee Dugard og døtur hennara vórðu funnar nógv fyrri.

Nú verður so bara bíðað eftir undirskriftini hjá Arnold Schwartzenegger, guvernøri, áðrenn Jaycee Dugard og familja hennara fáa tær 120 milliónir krónurnar í endurgjaldi, skrivar Los Angeles Times.