Seyðahundakapping á Vatnaskørðum

Um vikuskiftið var skipað fyri seyðahundakapping uppi á Vatnaskørðum í Hoyvík. Kappast var í tveimun klassum. Byrjað varð við klassa 3 hundunum, hettar eru teir bestu hundarnir. Hendan kappingin er fyrsta kvalifikatiónskappingin til Continental og World Sheepdogtrials 2011.

Kappast var í 2 umførum, og stigini frá hvørjum umfari løgd saman. Vinnari gjørdist René Hansen við Hvess, nr. 2 var René Hansen og Taff, nr 3 var Páll Poulsen við Taru.

Seinrapartin leygardagin varð kappast í klassa 2. Tað eru hundar, sum eru komnir væl áleiðis í venjingini og eru byrjaðir at arbeiða sjálvstøðugt. Vinnari var Hanus Højgaard við Gjen, nr. 2 var Mikkjal Holm við Glen, nr 3 var Jónleof Sólsker við Jim.

Fyrireikarnir eru sera væl nøgdir við kappingina og siga, at alt gekk sum ætlað.