Seyðarhøvd - no problem

Hann hevur roynt eftir tannfiski suðri við Antarktis og eftir svartkalva norði við Grønland. Hann er dekkari á Borðoyarnesi og hevur siglt saman við skiftandi manningum og undir skiftandi fløggum og skipanøvnum

47 ára gamli Tamby Gaetanulrie er úr oyggjaríkinum Móritius í Indiahavi. Seinastu 17 mánaðirnar hevur hann ferðast kring hálvan jarðarknøttin við línuskipinum Borðoyarnesi, sum eitt skiftið sigldi undir navninum Golden Eagle.

Borðoyarnes hevur roynt í Suðuríshavinum og heilt har suðri í Indiahavi. Teir hava verið út fyri Vesturafrika, men í seinastuni hava teir mest roynt á køldu havleiðunum í Norðuratlantshavi. Fiskasløgini hava verið nógv og ymisk hesa tíðina Tamby hevur verið við, líka frá tannfiski og tunfiski til svartkalva. Ella sum Tamby málber seg:

-Black fish, red fish. Every kind of fish.


Fylgir skipinum


Hesa tíðina, Tamby hevur verið umborð, hevur Borðoyarnes bæði verið útflaggaður og heimflaggaður. Í dag er hentleikaflaggið skift út aftur við tað føroyska. Men tað eru ikki bert fløggini, sum eru útskift. Eisini manningarnar hava verið skiftandi, og umframt Móritius-búgvar og føroyingar, hava nógvir aðrir nationalitetir eisini mannað Borðoyarnes hesi árini, skipið hevur verið í eksil.

Í dag er Tamby tann einasti umborð, sum ikki er føroyingur. Hinir nationalitetirnir eru langt síðani farnir av, men Tamby hevur verið trúgvur móti Borðoyarnesi, líka síðani hann mynstraði fyrstu ferð á Móritius fyri 17 mánaðum síðani.

-Eg dugi tað mesta, sum er at gera umborð á einum skipi. Og so dugi eg eisini fleiri mál, bæði enskt franskt og portugisiskt, sigur hann, og bjóðar okkum inn í kahyttina, sum er full av øllum møguligum dragsli.


Góður matur

-No problem, sigur Tamby, tá vit spyrja hann hvussu tað er at vera millum so nógvar føroyingar.

-Eg eri komin at kenna lyndið á føroyingum. Stillførir menn, sigur fiskimaðurin av Móritius, sum hevur familju í subrobiska oyggjaríkinum, men nú fær garntálg afturvið døgverðanum heldur enn chilli sós.

-Eg eti allan føroyskan mat, líka frá seyðakjøti og røstum fiski til grind og seyðarhøvd. Tað er fínasta slag , sigur hann uttan at blunka.

Á manningini skilst, at tann døkkleiddi dekkarin er vorðin ein nattúrligur partur av Borðoyarnesi. Eftir øllum at døma er hann eisini væl lýddur, tí tá Sosialurin spyr, hvussu tað er at vera einsamallur fremmandamaður millum so nógvar føroyingar, leggur ein av føroysku manningini uppí.

-Her umborð er Tamby eingin fremmandamaður, slær hann avgjørdur fast.

Borðoyarnes fór í vikuni av Klaksvík. Leiðin gekk móti Rock All. Og Tamby var sjálvsagt við umborð.


Fakta:


Móritius


Oyggjaríki í Indiahavi eystanfyri Madagaskar. 2.000 ferkilometrar til víddar. Uml. 1 millión íbúgvar, 70 % av indiskum uppruna. Átrúnaður: Hinduar 50%, kristin 30%, muslimar 20%. Dyrka sukurrøtur,og hava ferðavinnu. Fiskivinnan og ídnaðurin í menning.


Hálendingar løgdu Móritius undir seg í 1598. Franskt hjáland í 1715 og bretskt í 1810. Óheft ríki í1968. Hevur verið merkt av spenningum millum teir ymsu fólkabólkarnar.