Danir valdu í gjár 13 fólk í ES-tingið, men enn ber ikki til at seta navn á øll tey valdu Sosialistiski Fólkaflokkurin og Danski Fólkaflokkurin vunnu ES-valið í Danmark í gjár. Undan valinum høvdu teir hvør sítt umboð í ES-tinginum, men nú hava teir tvey í part.
Sosialdemokratarnir, Tey Radikalu og Junirørslan mistu hvør sítt umboð.
Enn ber ikki til at siga við vissu, hvørji 13 eru vald, tí tær persónligu atkvøðurnar verða ikki taldar fyrr enn í dag. Kortini bendir alt á, at 10 valevni kunnu kenna seg rættiliga rtygg. Tey eru Dan Jørgensen, Britta Thomsen og Christel Schaldemose hjá Sosialdemokratunum, Margrethe Auken og Emilie Turunen úr SF, Jens Rohde og Morten Løkkegaard úr Vinstra, Bendt Bendtsen hjá Konservativa Fólkaflokkinum , Morten Messerschmidt úr DF og Søren Søndergaard úr Fólkafylkingini móti ES.