ÍSF: Skattafría upphæddin hækkar úr 30 til 50 túsund

Skattafría upphæddin fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin hækkar úr 30.000 krónum upp í 50.000 krónur frá 1. januar 2020

Skattafría upphæddin fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin hækkar úr 30.000 krónum upp í 50.000 krónur frá 1. januar 2020. ÍSF fegnast um broytingina, sum er ein dyggur stuðul til ítróttin, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

Løgtingið hevur einmalt samtykt, at hækka skattafríu samsýningina fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin úr 30.000 krónum upp í 50.000 krónur frá 1. januar 2020.

- Vit eru sera fegin og takksom fyri hesa broytingina. Hetta er ein dyggur stuðul til ítróttin og ein viðurkenning av tí stóra sjálvbodna arbeiði, sum fer fram í føroyska ítróttaheiminum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Talan er um samsýningar, sum dómarar, linjuverjar, venjarar og hjálparfólk fáa fyri tað stóra arbeiðið, tey gera úti feløgunum, og tá ið kappingar eru. Landsstýrið ásetti longu í samgonguskjalinum í fjør, at skattafría hámarkið til ítrótt skuldi broytast.

- Alt sjálvboðið arbeiði er kærkomið í ítróttaheiminum. Skattafría samsýningin er við til at fáa góð og skikkað fólk at leiða og venja okkara børn og ungu. Og tað er eitt virði, sum ikki kann gerast upp í pengum, sigur ÍSF-forsetin.

Elin Heðinsdóttir Joensen vísir eisini á, at skipanin við skattafríu samsýningini er einføld at nýta. Í norðurlendskum samstarvi hevur hon ofta merkt, at hini Norðurlondini ynskja sær somu skipan, sum Føroyar bjóða sínum ítróttafeløgum.

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið, sum var einmalt samtykt við triðju viðgerð í tinginum í síðstu viku, stendur sambært upplýsingum frá TAKS, at 843 persónar fingu tilsamans góðar átta milliónir krónur fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin í 2018. Av hesum fólkum fingu 120 persónar eina árliga upphædd á 25-30.000 krónur.