Shell kalendari við góðum spariráðum

Føroya Shell sendir í hesum døgum út ein annarleiðis kalendara fyri 2006 við góðum spariráðum til hvørt húski í landinum.

Á kalendaranum stendur m.a. hvussu meira fæst burtur úr oljuni, hvussu man kann spara olju og samstundis hava tað heitt og fjálgt inni.

Í tíðindaskrivi stendur m.a. "Tað snýr seg aloftast um at hugsa seg um, og við spariráðunum kanst tú hvønn dag minna teg á mannagongdir, sum bera við sær, at tú sparir olju uttan at sita kaldur".

Spariráðini eru fest á kalendarar í A5-stødd og í lummastødd.