Shevchenko basti Zlatan og Svøríki

Andrei Shevchenko skoraði bæði málini, tá Ukraina í kvøld vann 2-1 á Svøríki. Zlatan Ibrahimovic legði annars Svøríki á odda.

 

Svøríki byrjaði við Markus Rosenberg á topp og Zlatan Ibrahimovic stutt aftanfyri. Fyri Ukraina var Andrei Shevcheko fremsti maður.

 

Ukraina var omaná í fyrra hálvleiki og kom til fleiri møguleikar. Millum annað Andrei Shevchenko kom í góða skotstøðu, men skotið rakti ikki málið. Í hinum endanum hótti Zlatan Ibrahimovic og stútaði á stongina eftir innlegg úr høgru.

 

Svøríki kom best frá byrjan í seinna hálvleiki. Sjey minuttir eftir steðgin legði Zlatan Ibrahimovic Svøríki á odda, tá hann prikaði eina fríspæling frá Kim Kallstrøm í málið.

 

Ukraina svaraði skjótt aftur. Bara tríggjar minuttir seinni stútaði Andrei Shevchenko eitt innlegg úr høgru í mál. Hann dystaðist Olaf Mellberg og varð fyrstur á innleggið. Tá dysturin var ein hálvan tíma gamal legði Andrei Shevchenko Ukraina á odda. Eftir hornaspark sníkti hann seg framum Zlatan Ibrahimovic og stútaði bóltin í mál við nærmaru stong.

 

Móti endanum høvdu innskifti Johan Elmander og Olaf Mellberg hvør sín møguleika, men báðar royndirnar fóru upp um málið. Alt í alt hevði Ukraina sigurin uppiborið. Teir høvdu bóltin meir og skaptu fleiri møguleikar enn Svøríki.

 

Ukraina: 4-3-1-2

Pyatov - Gusev, Mykhalyk, Khacheridi, Selin - Yarmolenko, Tymoschuk, Konoplianka(Devic 90+2.min)– Nazarenko – Voronin(Rotan 85.min), Shevchenko(Milevskiy 82.min).

 

Á bonkinum: Koval, Kucher, Garmash, Aliev, Shevchuk, Rakitskiy, Butko, Goryainov.

 

Svøríki: 4-2-3-1

Isaksson - Lustig, Mellberg, Granqvist, Martin Olsson - Elm, Kallstrom – Larsson(Wilhelmsson 68.min), Ibrahimovic, Toivonen(Svensson 64.min)– Rosenberg(Elmander 71.min)

 

Á bonkinum: Wiland, , Jonas Olsson, Antonsson, Wernbloom, Safari, Holmen, Hansson, , Bajrami.

 

Dómari: Cuneyt Cakir (Turkaland)

 

Bólkur D:

 

Frakland – Ongland 1-1

Ukraina – Svøríki 2-1

 

Støðan:

 

1 Ukraina 1 2-1 3

2 Frakland 1 1-1 1

3 Ongland 1 1-1 1

4 Svøríki 1 1-2 0