Shkupi leikti javnt í fyrru steypahálvfinaluni

Jóan Símun Edmundsson var aftur á vøllinum í dag

Jóan Símun Edmundsson var við frá dystarbyrjan í dag í fyrru hálvfinaluni hjá Shkupi í norðurmakedonsku hálvfinaluni.

 

Jóan Símun og liðfelagarnir vóru stórir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna fyrru hálvfinaluna á heimavølli móti Tikves. Men tað endaði við javnleiki 0-0.

 

Shkupi hevur leikt fleiri 0-0 javnleikir í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini farnu umførini, og nú heldur mynstrið fram í steypakappingini.

 

Seinna hálvfinalan verður leikt á heimavøllinum hjá Tikves um 15 dagar, mikudagin 17. apríl.

 

Komandi sunnudag spælir Shkupi dyst á útivølli í bestu norðurmakedonsku deildini móti Bregalnica Stip.

 

Shkupi er næstfremst í deildini við 51 stigum. Struga er fremst við 54 stigum.