Showmenn spæla til fótbóltsdans

fótbóltsdansur

Leygardagin endar landskappingin í fótbólti, og tað verður sum vanligt hildið við einum serligum dansikvøldi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Showmenn fara at spæla
Tað hevur verið eitt afturvendandi tiltak, at punktum verður sett fyri fótbóltskappingini í Mentanarhúsinum tað leygarkvøldið, tá ið seinasta umfarið verður spælt.
Hetta verður leygarkvøld, og tá kunnu áskoðarar, spælarar og onnur taka sær av løttum og práta um fótbóltsárið, sum er farið aftur um bak. Tað er eisin komið fyri, at fótbóltsspælarar hava verið gestir á pallinum til onkran sang.
Bussar koyra í sambandi við tiltakið leygarkvøldið.