SIC fer á pall í Keypmannahavn leygarkvøldið. Teir spæla á The Rock saman við fýra øðrum bólkum Føroyski metal- og thrash-bólkurin SIC er á konsertferð í Europa, og leygarkvøldið framføra teir á stóra spælistaðnum The Rock í Keypmannahavn.
Tilsamans fimm bólkar spæla hetta kvøldið. Hesir eru Hatesphere úr Danmark, Six Reasons To Kill úr Týsklandi, Bloodwork úr Bretlandi og so føroysku SIC.
Hatesphere, sum er høvusnavnið leygarkvøldið, ognaðu sær heiðurin sum besta live-band á Danish Metal í 2003 og 2004. Eisini vunnu teir ársins fløgu og bestu framleiðslu á Danish Metal Awards.
Teir fimm, ið manna SIC, eru Mikkjal Gaard Hansen, ið er forsangari, Eddie Jacobsen og Frans Galán á gittar, Gudmar Hansen á bassi og Magnus Hansen á trummun.
Konsertin leygarkvøldið á The Rock byrjar klokkan 22.00 og dyrnar lata upp ein tíma áðrenn.