Konsertin er útgávukonsert hjá Sic, ið gav út fløguna Pandemonium mánadagin.
Á konsertini í kvøld ætlar bólkurin sær at rokka Mentanarhúsið um koll. Bólkurin gav á útgávutiltakinum í Eclipse mánakvøldið smakksroyndir av sínari góðsku sum konsertbólkur, men í kvøld verður tað sambært teimum sjálvum ordiligt. Hetta merkir ivaleyst at Sic smákakurnar og kaffi liggja eftir í Havn.
Til at hita fjøldina upp, hevur Sic fingið ein av allar bestu rokkbólkunum í landinum 200. So samanumtikið átti kvøldið at verið ein frálík tónleikauppliving.
Bussar koyra úr Havn kl. 22.30, ring 595959 og av Toftum, Strondum og Klaksvík kl. 23.30, ring 225220.