Sjálvstýri ig Fólkafflokkurin leggja fram í dag

Í kvøld klokkan 18 er freistin úti at lata valevnislistarnir inn til løgtingsvalið 8. desember. Sjálvstýri og Fólkaflokkurin hava tíðindafund í dag

 

Tveir av seinastu trimum flokkum leggja fram valskráirnar í dag, Sjálvstýri og Fólkaflokkurin. Sjálvstýrisflokkurin hevur boðið fjølmiðlum til tíðindafund klokkan 10:30 í morgun í Norðurlandahúsinum.

Har verður eisini møguleiki hjá miðlunum at hitta valevni floksins.

Seinnapartin klokkan 16 hevur Fólkaflokkurin sín framløgufund. Tann tíðindafundurin verður í Smæruni, har floksformaðurin Beinir Johannesen leggur fram valskránna.

Frammanundan hava hinir fimm flokkarnir havt sínar fundir, har valskráirnar eru lagdar fram.

Seinasta freist at lata inn valevnislistarnar er í kvøld klokkan 18, tá teir skulu verða valnevndarforkvinnuni í hendi.