Á móttøku í Norðurlandahúsinum í gjár bjóðaði nýggi stjórin, Sif Gunnarsdóttir, vælkomin á føroyskum. Hóast hon tosar ræðið danskt hon hevur útbúgving úr Danmark í donskum, so tosar hann ikki ræðið føroyskt enn. Men hon lovaði, at tað verðu betur næstu ferð so vit bíða spent.
Sif Gunnarsdóttir segði í røðu síni, at hon er sera fegin og sera spent upp á at byrja í nýggja starvinum.
Tit tosa um, at her er so myrkt og so kalt. Men eg kann siga tykkum, nú eg og maður mín hava verið her í 14 dagar, at hjá okkum í Íslandi er bæði myrkari og kaldari enn hjá tykkum, segði hon.
Hon takkaði fyri vakra tónleikin, sum Ólavur Olsen, Jens Knudsen, Oddur Hentze og Atli Petersen stóðu fyri, og vísti á, at hóast hon ikki dugdi at spæla upp á nakað ljóðføri, so dugdi hon væl at síggja týdningin av kreativum arbeiði.
Eg vóni, at tónleikurin sigur nakað um meg eg vóni, at hann gevur tykkum ta fatan av mær, at eg eri glað og positiv og vóni, at vit kunnu gera nakað gott og positivt saman, segði Sif Gunnarsdóttir.
Nýggi stjórin vónaði, at fólk gjøgnum samrøður kunnu hittast at stimbra nýggjar verkætlanir.
Eg vóni bara, at fólk ikki sita heima við sínum góðu hugskotum, men at tey koma út við teimum og vilja stimbra síni góðu hugskot saman við okkum, segði nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, sum eftir øllum at døma ætlar at læra seg føroyskt innan heilt stutta tíð.