Carl August Arge
x-limur í Sjálvstýrisflokkinum
Kári P. Højgaard sigur í Útvarpinum, í viðmerking til at so nógv fyrrverandi valevni hava melda seg úr Sjálvstýrisflokkinum - seinast eg sjálvur, at hann skilur ikki mína útsøgn um, at so lítið orðaskifti hevur verið í flokkinum um eym mál. Hann segði, at málið um bann móti diskriminatión vegna kynsliga orientering »hevur verið høvuðsevnið innanfloks tey seinastu tvey árini«.
Harvið sigur hann meg siga ósatt.
Eg tími sera illa at keglast um tílíkt, men eg vil ikki av órøttum vera sagdur at fara lætt um sannleikan. Tí hesa viðmerking.
Far inn á heimasíðu floksins www.sjalvstyri.fo. Hygg undir »Greinar«. Har standa allar útmeldingar, flokkurin hevur gjørt seinastu árini. Eisini útmeldingarnar frá seinastu landsfundunum. Har verður ikki við einum orði nevnt nakað um tað, Kári P. Højgaard sigur hevur verið »høvuðstemaið seinastu tvey árini«.
Rætt er, at evnið hevur verið frammi. Men tað hevur verið tí at onkur av okkum, sum í dag ikki longur eru limir, hava reist málið undir skrápunktinum »Ymiskt«. Leikluturin hjá Kára P. Højgaard hevur verið at royna at tiga málið burtur.
Rætt skal vera rætt.