Siga frá Føroyar-Finnland U21 á Toftum

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland á Svangaskarði á Toftum byrjar klokkan 17

Rás2 hevur trúliga sagt frá heimadystunum hjá føroyska U21 landsliðnum í fótbólti, og tað verður tað ikki broytt uppá tað.

 

Tróndur Arge fer at siga frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Finnland, sum verður spældur á Svangaskarði á Toftum. Dysturin byrjar klokkan 17. André Olsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Millum klokkan 16.10 og 17 verður upptakt til dystin, har eisini verður litað eitt sindur afturá tað sum hendi í HM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Slovenia ígjár. SportBoxin byrjar annars at senda klokkan 15.10 á Rás2.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá Rás2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Myndir, samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin. 

 

Seinast liðini møttust í Finnlandi megnaði føroyska liðið góðan 1-1 javnleik.

 

Støðan:

 

1

Póland

6

4

2

0

14

6

8

14

2

Danmark

6

4

1

1

22

7

15

13

3

Georgia

7

2

2

3

9

15

-6

8

4

Finnland 

5

1

3

1

8

11

-3

6

5

FØROYAR

6

1

2

3

6

11

-5

5

6

Litava

6

1

0

5

3

12

-9

3