Eitt spennandi umfar við uppgerðum í oddinum og í botninum í Betrideildini verður leikt í morgin.
Í Klaksvík møtast KÍ og Víkingur, ið eru nummar eitt og tvey. Í Havn møtast B36 og NSÍ, ið stríðast um at sleppa út í Evropa komandi ár. Vesturi í Sørvági tekur 07 Vestur móti TB, og á Toftum tekur B68 móti EB/Streymi.
Allir fýra dystirnir byrja klokkan 15.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá dystunum í Klaksvík og í Havn.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
in.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo sunnukvøldið.