Sp/f 2be er ein nýggj fyritøka, sum bjóðar stovnum, fyritøkum og privatfólki persónligar samrøður, fyrilestrar og skeið. Felagið hevur skeiðshøli í Klaksvík, men ferðast um alt landið við sínum tilboðum.
Tað er Sigbritt við Neyst Hansen, sum stendur aftan fyri fyritøkuna 2be. Hon er mammu við manni og fýra børnum, harav ein sonur við menningartarni.
- Av tí at sonurin gjørdist sjúkur, og vit vóru sera nógv á Ríkissjúkrahúsinum, noyddist eg at siga meg úr einum góðum starvi, sum eg var glað fyri. Eg visti, at um eg ikki púrasta skuldi missa trivnaðin, mátti finna okkurt mennandi í mínum gerandisdegi.
Sigbritt við Neyst Hansen sigur, at hon fekk møguleikan at byrja eina psykoterapeut útbúgving (gestaltterapi), sum hon enn er í holt við.
- Útbúgvingin hevur givið mær førleikar til at hjálpa fólki í kreppu og sorg og eisini at arbeiða við fólki, ið ynskja persónliga menning og ynskja at vinna á forðingum, sum steðga menningini.
- Hetta hevur eisini givið mær íblástur til at bjóða skeið og fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni, og er ætlanin, at hetta alla tíðina skal mennast.
Sigbritt við Neyst Hansen sigur, at enn hava tey ein gerandisdag, har sonurin altíð kann enda á Ríkissjúkrahúsinum.
- Tí er tað sera torført hjá mær at hava eitt vanligt arbeiðslív. Við 2be kann eg gera alt tað umsitingarliga og fyrireikingararbeiði á eini teldu - líka mikið, um eg siti á Ríkissjúkrahúsinum.
Sigbritt við Neyst Hansen sigur, at hon sær hesa avbjóðing sum eina framtíð, har tað fer at bera til at hava ein sjúkan son - og eitt spennandi starv.
Meiri fæst at vita um fyritøkuna hjá henni á www.2be.fo