Í 2005 dróg Sigfríður íslendsku ÍBV, tá hann var venjari hjá B36 og skuldi spæla UEFA-Cup. Her spældu teir seg víðari, og fingu donsku FC Midtjylland. Í 2006 var B36 við í Champions Leauge lutakastinum, og dróg Birkirkara frá Malta. Eisini her fekk Sigfríður B36 víðari, og mótstøðuliðið var mætu turkarnir úr Fenerbache.
Triðju ferð Sigfríður var partur av lutakastinum í evropeiskum fótbólti, var í ár. Hann er venjari hjá EB/Streymi, og hesaferð dróg hann Manchester City – størsta avbjóðingin nakað føroyskt fótbóltsfelag hevur staðið yvir fyri.
– Hetta er tilvild, tí sjálvandi eri eg ikki føddur undir eini betri stjørnu enn onnur, flennir Sigfríður Clementsen, sum ásannar, at hann hevur verið heppin.
Tá vit høvdu venjaran hjá EB/Streymi á orði í morgun, spurdu vit hann, hvat tað fyrsta hann var hann hugsaði, tá Manchester City varð drigið úr pottinum? – Hatta var stuttligt, hugsaði eg sum tað fyrsta. Tað næsta eg hugsaði var, vit koma neyvan víðari, flennir Sigfríður. Hann metir, at Manchester City er størsta avbjóðingin hjá einum føroyskum felag, og samanber tað við lutakastið, tá Føroyar møttu Fraklandi og Italiu.
Mugu ongantíð gevast
Sigfríður vísir seg at vera garanturin fyri góðum úrslitum í Evropa. Men hvør verður hansara uppgáva nú City vitjar?
– Tað verður at syrgja fyri einum so góðum úrsliti sum gjørligt. Vit mugu fáa menninar at spæla, at tora at spæla frá byrjan til enda. Koma vit afturúr 1-0 ella 2-0, so mugu vit forseta við at spæla. Gera vit ikki tað, so skrædnar og vit tapa 10-0, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann er sannførdur um, at City fer at stríðast frá byrjan til enda. – Teir hava nýggjan venjara. Hetta er teirra fyrsti dystur í ár, og sjálvsagt vilja teir vísa, at teir skulu byrja inni, tá Premier League byrjar, sigur Sigfríður.
Ber til at vinna
Hóast Sigfríður er fullgreiður um, at tað verður meiri enn ein trupul uppgáva hjá EB/Streymi. Men tað er als ikki ómøguligt hjá EB/Streymi at fáa eitt gott úrslit.
– Dysturin byrjar 0-0. Spurningurin er bara, hvussu sannlíkt tað er, at vit halda javnleikin, ella fáa tað, sum betur er. Men tað ber til, er Sigfríður Clementsen sannførdur um.
Myndatekstur:
– Hetta er tilvild, tí sjálvandi eri eg ikki føddur undir eini betri stjørnu enn onnur, sigur Sigfríður Clementsen, sum tvær ferðir hevur spælt eitt føroyskt lið víðari í altjóða fótbólti