Sigfríður yvirtekur 2. deild hjá B36

Nú er greitt, at fyrrverandi venjarin hjá ÍF, Sigfríður Clementsen, tekur við ábyrgdini av næstbesta liðnum hjá B36.

Venjaraskifti


Tað hevur ikki gingist serliga væl hjá 2. deildarliðnum hjá B36. Liðið liggur og berjist fyri at sleppa undan niðurflyting til 3. deild, og tað er ikki nøktandi hjá árstalsfelagnum í Havn. Í einari roynd at venda gongdini hevur leiðslan í B36 tískil valt at skifta nú fyrrverandi venjaran, Sjúrð Norðbúð, út við Sigfríð Clementsen, sum fyrr í ár var koyrdur frá sum venjari hjá ÍF í bestu deildini. Sigfríður hevur áður við hepni havt leiðsluna av næstbesta liðnum hjá B36.
 
Stóran týdning fyri besta liðið
Formaðurin í B36, Kristjan á Neystabø, sigur, at tað er sera umráðandi fyri B36 at hava eitt lið í næstbestu deildini. Hann sigur, at serliga í ár hevur 2. deildarliðið havt stóran týdning, tí at besta liðið hevur verið so hart rakt av skaðum, at neyðugt hevur verið fleiri ferðir at fara niður á næstbesta liðið at fáa fatur á spælarum til at manna besta liðið.
Kristjan á Neystabø sigur, at leiðslan í B36 er av teirri uppfatan, at felagið skal hava eitt lið í næstbestu deildini, so at teir spælarar, sum standa á gáttini til besta liðið, eru so væl fyri sum gjørligt. Formaðurin í árstalsfelagnum vísir tó á, at tað er vorðið alsamt truplari hjá feløgunum, sum eru umboðaði í bestu deildini, eisini at hava lið í næstbestu deildini.
-         Hesi seinnu árini er 2. deild nærmast ruddað fyri b-lið, um vit kunnu kalla tey tað. Bæði GÍ, B68, HB og onnur við hava verið úti fyri niðurflyting úr 2. deild til 3. deild seinnu árini, og í løtuni eru tað bara B36, KÍ og VB, ið eru umboðaði í báðum teimum fremstu deildunum, sigur Kristjan á Neystabø og leggur afturat, at júst hesi trý feløg liggja eisini og berjast í botninum av 2. deild. - Kappingin í 2. deild er blivin nógv sterkari seinnu árini, og tað felagið, sum umframt eitt lið í bestu deildin eisini hevur eitt gott lið í 2. deild, er sera væl fyri, sigur formaðurin í B36. - Vit vilja tískil gera alt fyri at hava eitt gott 2. deildarlið, men tað hevur ikki gingið eftir vild higartil í ár, og í eini roynd at venda hesi gongd hava vit sett Sigfríð Clementsen at taka við venjarasessinum eftir Sjúrð Norðbúð, sigur B36-formaðurin at enda.