Síggi ikki trupulleikar fyri framman

Tórbjørn Jacobsen gleðir seg til at taka við leiðsluni av einum øki í menning, tá hann 1. januar tekur við sum borgarstjóri í Runavík.

Frá á nýggjárinum fær Runavíkar kommuna nýggjan borgarstjóra, og tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum frammanundan er varaborgarstjóri, ið tekur við eftir Magnus Rasmussen, sum tann 1. januar leggur frá sær, nú hann er valdur á ting.

 

Tað er eitt samt býráð, sum hevur gjørt av, at Tórbjørn Jacobsen avloysir Magnus Rasmussen, sum hevur verið borgarstjóri í Runavík síðani ársbyrjan í 2009, men nú er farin upp í landspolitikk.

 

Tíðindasendingin hjá Miðlahúsinum hevur spurt fyrrverandi fólkatingsmannin, løgtingsmannin og landsstýrismannin, hvussu hann sær upp á uppgávuna, nú hann skal royna seg sum borgarstjóri í eini av størstu kommunum í landinum. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Tórbjørn Jacobsen.

 

Tá hann tekur við á nýggjárinum, fer hann í farloyvi sum havnameistari við Runavíkar havn. Eitt samt býráð hevur eisini gjørt av, at nýggjur varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu verður Helgi L. Petersen.