DR hevur nú kungjørt løgini, sum luttakararnir í X-Factor syngja fríggjakvøldið.
Tema hesaferð er Made in Denmark. Luttakararnir syngja danskar sangir, ella løg, sum donsk tónlistafólk eiga.
Sigmund, ið sum kunnugt er av føroyskari ætt, fer at syngja kenda sangin Dansevise. Grethe og Jørgen Ingemann vunnu altjóða Grand Prix kappingina við hesum sanginum í 1963.
Sangurin er danskur klassikari, ið eisini er útkomin á enskum og svenskum. Í Danmark hava eisini onnur tulkað og útgivið sangin, eittnú Lars H.U.G í 1989.