Flestallir bilførarar munnu hava rent seg í mótkoyrandi ferðslu í Sigmundargøtu í Havn. Men vegurin er bert 3,60 metrar og ov smalur til, at bilar kunnu koyra báðar vegir samstundis. Tí verður Sigmundargøta, sum liggur niðri við Skálatrøð, nú gjørd einvegis soleiðis, at akfør bara koyra niðan gøtuna.
Útsýnið á Sigmundargøtu er eisini vánaligt í støðum, og tí hava bilar havt lyndi til at koyra skjótt fyri at sleppa undan at møta mótkoyrandi akførum.
Missurin er ikki so stórur, tí akfør sleppa framvegis til Skálatrøð eftir Gríms Kambans gøtu, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.