Signa Vár luttekur í Virtus Global Games

Hesa vikuna verða Virtus Global Games hildnir í Vichy, Frankarríki.

Hetta eru leikir har úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi kappast.

Tað er 6. Ferðin at Virtus Global Games verða hildnir, og er hetta aðru ferð at Signa Vár Dávadóttir luttekur.

Fyri 4 árum síðani, tá leikirnir vóru í Brisbane, Avstraliu, var Signa Vár í toppformi, og kom heimaftur við heili 9 heiðursmerkjum.

Signa Vár svimur í klassa II3 sum er fyri fólk við vanligum intelligensi men sum eru innan autismuspektrið.

Kappingarnar hjá Signu Vár byrja í dag, og halda fram alla vikuna.

 

Skráin og beinleiðis stroyming er at finna á www.gg2023.org

 

Vit ynskja Signu Vár bestu eydnu við kappingunum.