Í sambandi við, at tað í hesum døgum eru áleið 50 føroyingar ávegis til Paris á gulum súkklum, til frama fyri krabbameinsraktar familjur, fara vit komandi dagarnar at endurgevna nakrar søgur her, sum Sosialurin seinastu árini hevur skrivað um óhugnaligu sjúkuna, krabbamein. Her er tað Sigrún Brend, tíðindakvinna, sum skrivað verður um. Samrøðan varð prentað í Sosialinum 24/10 – 2016.
- Eg visti væl, at eg ikki fór at doyggja av tí, men kortini var eg heilt har niðri, at eg hugsaði um jarðarferðina, hvør skuldi koma til hana og hvørjar sangir skuldu syngjast, greiðir Sigrún Brend frá.
Tað er ein frísk og løtt Sigrún Brend, sum trínur inn í Miðlahúsið hendan góðveðursdagin. Í dag eru fetini løtt og hugurin góður. Tí Sigrún hevur fingið at vita, at hon er lekt fyri krabbamein. Læknarnir fingu alt og í dag eru einastu sjónligu arrini lítla reyða strikan, sum gongur frá høgru síðu av pannuni, oman undir eyga og framvið nøsini og endar niðarliga á høgra kjálka.
Í dag er hon við gott mót. Orðini “tú hevur krabbamein” gera nakað við ein persón í bestu árum. Hóast tú veitst, at tú ikki fert at doyggja, so kanst tú lættliga fara har út sum krákurnar venda reint sálarliga. Tað gjørdi Sigrún Brend eisini, hóast hon í fyrstu løtuni tók tað ógvuliga avslappað.
Boðini komu til ein dyst millum Kyndil og Neistan.
Vildi hava hvíta fylgisveinin burtur
Tað byrjaði alt við, at Sigrún Brend hevði ein hvítan blett á høgra kjálka. Brádliga byrjaði bletturin at vaksa í vavið og Sigrún gjørdist meira og meira irriterað inn á hendan hvíta blettin. Hann gjørdist so stórur, at trupult var ikki at hugsa um hendan stóra hvíta fylgisvein. So í 2014 fór Sigrún til húðlækna umvegis ávísing frá kommunulækna.
-Eg fekk tíð hjá húðlækna á Landssjúkrahúsinum. Hann hugdi eftir merkinum, tók biopsi av húðini har og tók burtur tvey móðurmerki. Hann fekk tó svar um, at har var einki galið, sigur Sigrún Brend. Tað skuldi eitast bert at vera bruni í einum hársekki sum at kalla einki skuldi gerast við. Men tvey ár seinni var Sigrún tó avgjørd um, at nú skuldi hvíti fylgisveinurin kortini takast burtur.
-Eitt sindur forfongiligur er man allíkavæl, so eg hugsaði, at eg tímdi ikki at hyggja uppá tað longur, sigur Sigrún Brend. Hon varð send til ein plastikkirurg hjá Landsjúkrahúsinum, men av tí, at einki var galið við hvíta blettinum, so vildu tey ikki taka Sigrúna framum sjúklingarnar.
Í vár í ár gekk leiðin til privatu klinikkina Artharmonia, eisini umvegis kommunulækna, og Eliesar Olsen, lækni, hugdi eftir blettinum.
Sá okkurt var áfatt
- Eg sá á honum (skurðlæknanum, red) beinan vegin, at honum dámdi ikki, hvussu bletturin sá út. Men hann segði einki og eg segði einki. Hann skar tó tað hvíta av og sendi tað til Danmarkar til kanningar, sigur Sigrún Brend.
Áleið 14 dagar seinni ringdi telefonin, meðan Sigrún Brend seldi atgongumerki í Høllini á Hálsi. Hon hevði bundið seg til at selja atgongumerki fyri Neistan, tí kvinnurnar spældu dyst tá. - So ringdi Eliesar og bað meg koma niðan, tí hann skuldi tosa við meg. Boðini vóru “tú hevur krabbamein”, sigur Sigrún Brend.
Praktiska síðan av henni traðkaði inn og hon setti seg í bilin og koyrdi oman aftur í Høllina á Hálsi at selja seinastu atgongumerkini. - Eg minnist eg hugsaði áveg oman aftur, um tað veruliga var eg, sum hevði fingið krabbamein. Man heldur altíð, at tað eru onnur, sum blíva rakt, ikki ein sjálvur, sigur Sigrún Brend.
Eliesar Olsen hevði tá eisini boðað frá, at hann hevði tikið eitt fitt pettið av hvíta blettinum burtur, men kanningarnar vístu, at hann ikki hevði fingið alt krabbameini burtur og tí var neyðugt at leggja Sigrúna undir skurð.
Trupult at siga tað við børnini
Við hesari lívsbroytandi kunningini fór Sigrún oman aftur at selja atgongumerkini og eftir tað fortaldi hon manninum um sína heilsu.
- So vóru tað bara vit bæði, sum vistu tað ordiliga leingi. Tað ringasta var, at siga tað við børnini, minnist Sigrún Brend afturá. Hon eigur fýra synir. Tríggir teirra ganga í skúla í útlondum, meðan tann yngsti framvegis gongur í fólkaskúla her heima.
- Eg mátti veruliga psyka meg upp til at ringja. Og tá eg so ringdi og segði teimum, hvussu var, so var eg so yvir positivt, at teir ikki vistu, hvat teir skuldu halda, minnist Sigrún afturá. Fleiri ferðir var hon ávegis upp á kamarið hjá yngsta soninum at greiða honum frá støðuni, men hvørja ferð steðgaði hon sær sjálvari, tí hon var ikki til reiðar.
Tá dreingirnir høvdu frætt boðini vóru tað at kalla eingi onnur, sum fingu sannleikan at vita. Men tá Sigrún skuldi sjúkrameldast og leggjast undir skurð, varð hon noydd at greiða tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum frá støðuni. So smátt byrjaðu fólk at fáa frænir av álvarsomu støðuni og lívið sum krabbameinssjúklingur var brádliga meira veruligt enn nakrantíð áður.
- Tað ringasta var, tá fólk tóku synd í mær og byrjaðu at spyrja um, hvussu eg hevði tað. Tá kláraði eg ikki at halda mær, sigur Sigrún Brend.
Gekk skjótt eftir boðini
Hendan dagin eftir tungu boðini fór eitt maskinarí í gongd, har Sigrún var høvuðspersónur og dugnaligu starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum vóru arbeiðshestarnir. - Eliesar greiddi mær frá, at eg skuldi fara á Landssjúkrahúsið, tí tey bíðaðu eftir mær har, sigur Sigrún Brend.
Hon so gjørdi og innan 14 dagar varð hon skurðviðgjørd tvær ferðir og allur krabbin varð tikin. - Fyrst varð eg løgdu undir skurð einaferð og áðrenn skurðlæknin vildi seyma opið saman, vildi hann vita, um tey høvdu fingið allan krabban. So eg gekk við einum stórum holi í kjálkanum í eina viku, sigur Sigrún Brend.
Men tað vísti seg, at allur krabbin fór ikki fyrstu ferð, og tí var gott, at læknin hevði bíðað við at gera seg heilt lidnan. - Seinnu fer gekk tað ordiliga væl og alt varð tikið, minnist Sigrún lættað afturá.
Fyrru ferð var bara holið í kjálkanum, sum sást. Men aðruferð fór eitt stórt stykkið úr andlitinum og læknarnir togaðu húðina fram, fyri at dekka. - Eg minnist eg var lætta fyrstu ferð eg vaknaði úr narkosu, og føldi bara hetta holið í kjálkanum. Men aðruferð føldi eg stóra skurðin og hevði sjálvandi blandaðar kenslur um tað, sigur Sigrún Brend.
Á Landssjúkrahúsinum upplivdi Sigrún tað sum, at hon var í ógvuliga góðum hondum. - Eg má siga, at tað var ótrúliga professionelt, og eg kendi meg avbera trygga allan vegin ígjøgnum, sigur Sigrún Brend.
Var heilt har úti
Innan ein mánað var Sigrún Brend frísk, sjúk við krabbamein, skurðviðgjørd tvær ferðir og síðani frísk aftur, men við púra broyttari útsjónd. Tá tosað verður um kensluligar rutsjibanar, so er neyvan nógvir, sum eru ógvusligari enn hesin hjá krabbasjúklingum. Og tað merktist.
- Eg var heilt har niðri, har man hugsar um jarðarferðina. Eg hugsað um hvør skuldi vera har, og at eg vildi hava sangin “sum hjørtur hyggur tráandi”. Slíkt mól í heysinum. Tað var býtt, men soleiðis hevði eg tað, sigur Sigrún Brend.
Nakrir dagar vóru tungir, tað viðgongur Sigrún Brend í dag. Serstakliga tá ið fólk spurdu inntil sjúkuna, var tað tungt at bera. Kenda andlitið í føroyska miðlaheiminum fær, sum vera man, nógvar fyrispurningar og prát um veður og vind. Og í byrjanini elvdi almenni áhugin til, at Sigrún ikki vildi út.
- Eg hevði nakrar dagar, har eg bara hevði hug at liggja í songini. Og eg vildi so illa út við stóra skurðinum, tí so fóru fólk at spyrja og eg visti ikki, hvat eg skuldi siga, sigur Sigrún Brend.
Tá talan er um krabba í andlitinum er tað trupult at fjala og harvið trupult at hitta fólk og ikki fáa eina viðmerking ella báðar tvær. - Eg tók meg saman. Fór upp, undir brús, smurdi mær og fór so ein langan túr. Tá møtti eg onkrum, sum spurdi, hvat var hent og eg fór at gráta. Men so fór eg til eina vinkonu og græt meg lidna og gekk víðari, minnist Sigrún afturá.
Fyri hana hevði kensluligi rutsjibanin tað ávirkan, at hon byrjaði at síggja lívið og løturnar heilt øðrvísi enn áður. - Eg fann út av, at eg kundi ikki brúka tað til nakað, at taka synd í mær sjálvari. Eg havi fýra stór børn, og eg kundi ikki lata sjúkuna hjá mær ganga út yvir nakran annan. Tí tók eg meg saman og valdi at njóta lívið meira. Eisini um nú var, at tað var mín síðsta stund, sigur Sigrún Brend, sum eisini er sera takksom fyri stóra stuðulin frá manninum, børnunum og vinum.
Óvist hvat hendir við Dag&Viku
Í mong ár hevur Sigrún Brend verið andlitið í føroysku sjónvarpstíðindunum. Í dag er hon tó ikki at síggja á skíggjanum, tí andlitið er framvegis eitt vet viðtikið av sjúkuni. (síðani greinin varð skrivað upprunaliga hevur Sigrún Brend verið aftur at sæð sum vertur í Degi&Viku, red),
- Eg havi roynt okkurt smyrsl, sum kann fjala tað reyða, men eg veit ikki, um skuggarnir av skurðinum kunnu fáast heilt burtur, sigur Sigrún Brend.
Hon hevur tó fingið at vita frá einum plastikkskurðlækna á Landssjúkrahúsinum, at arrið verður munandi penari við tíðini. - Eg trívist væl við tíðindunum í útvarpinum, men mær dámdi eisini ótrúliga væl sjónvarpstíðindini. Nú fáa vit at síggja, sigur Sigrún Brend um arbeiðslívið framyvir.
Í dag er Sigrún frísk og við gott mót. Tað eru nú fimm mánaðir síðani seinastu skurðviðgerðina. Hon hevur lært seg at njóta lívið meira, og at liva í nú’inum. Nakað, sum tú kanska ikki kann fáa tamarhald á, uttan so, at ein lívskreppa av onkrum slag kemur á teg. Í november skal Sigrún aftur til kontrol. Hon kennir á sær, at hon er frísk fyri krabbamein. Og hon stúrir ikki fyri, hvat læknarnir fara at siga.
- Um okkurt er galið aftur, so taka vit tað bara harfrá, sigur Sigrún Brend.