Sigraðu við sjálv­máli

Venjarin hjá EB/Streymi heldur ikki, at sundalagsmenn kunnu vera ónøgdir við árið, hóast tað nú ikki rakk til meira enn silvur í landskappingini

– Vit hava havt eitt øgiliga gott kappingarar, tí vit standa sum steypavinnarar og hava havt tveir europeiskar javnleikir, har tað var øgiliga tætt við, at vit komu víðari. Sjálvandi eitt ávíst vónbrot við bara at vinna silvur, men eg haldi, at vit kunnu ikki siga, at vit ikki eru nøgdir við árið.
Tað sigur venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, eftir 1-0 heimasigurin á B71 í gjár, sum kom til høldar við einum sjálvmáli miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Alex José dos Santos legði innfyri úr vinstru síðu. Bólturin kom at liggja millum málmannin og málstrikuna, og Símun Rógvi Hansen var óheppin at koyra bóltin í egið mál.
Hetta var hæddarpunktið í einum dysti, ið annars ikki hevði tað stóra upp á seg. Í øllum førum var venjarin hjá EB/Streymi einki serliga væl nøgdur, tí hann helt hetta vera ringasta dystin hjá EB/Streymi í ár.
– Eg eri vísur í, at dysturin mikudagin sat í beinunum. Vit sóu eisini, at HB tapti stórt, við somu dystarskrá sum vit. Um HB nú flutti niður av hesum, so hevði tað verið ófyrigeviligt av kappingarleiðsluni, og tað ber ikki til, at øll liðini ikki spæla allar dystirnar í senn, tá kappingin er komin so langt, sigur Heðin Askham, sum ikki hevur tikið nakra støðu til, hvussu verður víðari við fótbóltinum hjá honum.
– Eg havi ikki tikið nakra støðu til framtíðina, men tað er eingin loyna, at eg kundi hugsað mær at farið úr fótbóltinum í eina tíð, tí hann fer við øgiliga nógvari tíð. Um tað so merkir, at eg fullkomuliga leggi venjaragerningin frá mær ella ikki, fáa vit at síggja, tí í fótbólti skalt tú ongantíð siga ongantíð.
Aftur til dystin við Margáir í gjár, so sæst næstan aftur á hagtølunum, hvat var betra liðið, tí umframt at Andrezej Kazimierz Bednarz við dystarlok fekk reyða kortið fyri at fella Brian Olsen, fekk B71 heili seks gul kort, harav Allan G. Tungá fekk tvey og bleiv útvístur í yvirtíðini. Hinvegin fekk EB/Streymur einki kort, men einasta málið…