Sigrar til Brasil, Italia og Spania

Fyrstu dystirnir í FIFA Confederations Cup vóru um vikuskiftið. Í bólki A vann Brasil 3-0 á Japan, meðan Italia vann 2-1 á Meksiko. Í bólki B vann Spania 2-1 Uruguay.

 

Confederations Cup er í nógvar mátar ein fyrireikingarkapping til HM endaspælið í Brasil í 2014. Luttakandi londini eru vinnarnar av teimum seks ymisku undir-fótbóltssamgongunum hjá FIFA, umframt verttjóðin fyri HM og vernadi heimsmeistarin.

 

Fyrsti dysturin var leygardagin, tá Brasil spældi móti Japan. Nýggi framherjin hjá Barcelona, Neymar, legði vertirnar á odda longu aftaná tríggjar minuttir, tá hann flúktaði bóltin upp í málhornið uttanfyri brotsteigin. Í seinna hálvleiki øtki Paulinho, áðrenn fyrrverandi Manchester City spælarin, Jo, staðfesti sigurin við málið til 3-0.

 

Í gjár var annar dysturin í Bólki A. Italia vann 2-1 á Meksiko. Andrea Pirlo legði Italia á odda við frálíkum frísparki. Manchester United framherjin, Javier Hernandez, javnaði upp á brotsspark. Tólv minuttir fyri tíð avgjørdi tann til tíðir umstríddi framherjin, Mario Balotelli, dystin við málið til 2-1.

 

Ein dystur var eisini í bólki B. Spania vann 2-1á Uruguay. Spania sat á øllum dystinum og hevði bóltin samanlagt í yvir 75 prosent av tíðini. Pedro legði Spania á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men talan var minst líka nógv um sjálvmál, tí bólturin tók í verjuspælara hjá Uruguay á vegnum og snýtti málverjan. Roberto Soldado økti til 2-0 stutt seinni eftir góða fríspæling frá Cesc Fabregas.

 

Umstríddi Liverpool spælarin, Luis Suarez, minkaði um munin við beinleiðis frísparki tveir minuttir fyri tíð. Eins og frísparkið hjá Andrea Pirlo, so var talan um avbera gott fríparksmál.

 

Ein dystur verður í kvøld, tá Tahiti og Nigera møtast í bólki B.

 

Confederations Cup 2013:

Bólkur A:

Brasil – Japan 3-0(1-0)

1-0 Neymar, 3

2-0 Paulinho, 48

3-0 Jo, 90+3

 

Meksiko – Italia 1-2(1-1)

0-1 Andrea Pirlo, 27

1-1 Javier Hernandez, 34 br

1-2 Mario Balotelli, 78

 

Støðan:

1. Brasil 3

2. Italia 3

3. Meksiko 0

4. Japan 0

 

Bólkur B:

Spania – Uruguay 2-1 (2-0)

1-0 Pedro, 20

2-0 Roberto Soldado, 32

2-1 Luis Suarez, 88

 

Tahiti – Nigera (20.00)

 

Støðan:

1. Spania 3

2. Tahiti 0

3. Nigeria 0

4. Uruguay 0