Hetta gjørdist ein góður dagur fyri føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Fredrikstad vann 1-0 á Hødd á heimavølli, og er nú fimm stig frammanfyri nummar tvey í deildini. Tað ber til at lesa um HER.
Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu fjórða sigurin á rað við einum 1-0 heimasigri á Mjøndalen. Sigursmálið skoraði Espen Berger í 34. minutti.
Sandnes er nummar sjey í deildini við 29 stigum.
Noah Mneney og Rógvi Baldvinsson sluppu á vøllin tað seinasta korterið, tá lið teirra, Bryne vann 3-1 á Jerv á útivølli.
Bryne er nummar 10 í deildini við 28 stigum.
Komandi sunnudag tekur Bryne móti grannunum, Sandnes ULF í tí sum vónandi verður ein føroyingauppgerð frá dystarbyrjan.