Sigrar til HØJ, FIF og Team Sydhavsøerne

Talan gjørdist um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag, og eydnaðist tað øllum trimum at vinna.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ komu á sigursslóðina aftur við 29-26 heimasigri á Midtjyllandi. Í steðginum var Midtjylland á odda 14-13.

 

Við sigrinum er HØJ aftur fremst í deildini við 34 stigum fyri 18 dystir.

 

Tað eydnaðist Boga Hansen, Janusi Dam Djurhuus, Leivi Mortensen og liðfeløgunum í FIF at vinna 35-29 á Rækker Mølle á heimavølli á Frederiksberg. FIF var á odda 18-12 í steðginum. Bogi var noteraður fyri tvey mál.

 

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu eisini 35-29 í dag. Teir vunnu á útivølli á Roskilde. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn frammanfyri 19-16. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1HØJ   1834
2Aarhus HC 1933
3Skive1931
4HC Midtjylland1924
5Lemvig-Thyborøn   1823
6Tønder1920
7FIF1916
8Rækker Mølle  1916
9Team Sydhavsøerne1915
10Norddjurs1914
11HC Odense 1813
12Odder 1811
13Faaborg  198
14Roskilde 194