Sigrar til liðini hjá Áslu og Jóhannu

Talan gjørdist um fulla spælitíð hjá Áslu Johannesen og Jóhannu F. Sørensen

Tað gekk væl hjá liðunum hjá Áslu Johannesen og Jóhannu F. Sørensen í bestu svensku fótbóltsdeildini í níggjunda umfarinum.

 

Tíðliga seinnapartin vann Piteå við Áslu Johannesen á vøllinum allan dystin 2-1 á Linköping á LF Arena vøllinum í Piteå. Amerikanska, Emily Gray legði Piteå á odda 1-0 í 36. minutti. Í 54. minutti javnaði útiliðið til 1-1, og leingi var líkt til, at tað fór at enda við javnleiki, men fáar minuttir undan dystarenda tryggjaði Cecilia Edlund Piteå sigurin. Sigurin kemur væl við hjá Piteå, ið undan dagsins dysti hevði tapt tríggjar teir undanfarnu dystirnar.

 

Piteå er nummar 10 í deildini við 11 stigum.

 

Jóhanna F. Sørensen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í BK Häcken á útivølli vunnu 1-0 á Rosengård í Malmö. Monica Jusu Bah skoraði sigursmálið í 56. minutti.

 

BK Häcken er triðfremst í deildini við 18 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið, Djurgården sum hevur 21 stig.