Fótbóltslagið og harvið fótbóltsprátið í Runavík er meiri, enn tað nakrantíð áður hevur verið, og tað er hugaligari at spæla við NSÍ nú, enn tað áður hevur verið.
Eingin er betri førur fyri at meta um hesi viðurskiftini enn Arnfinn Langgaard, 35 ára gamli miðverjin hjá NSÍ. Síðani í 1988, tá hann var 21 ára gamal, hevur hann á hvørjum ári spælt við NSÍ ? burtursæð frá tá hann orsaka av skúlagongd legði eitt hálvt ár burtur ímillum.
Tað er sigurin í steypakappingini og góða støðan í landskappingini, sum er orsøkin til stóra áhugan fyri NSÍ. Spurningurin er so, hví tað júst er í ár, at tað er gloppið hjá teimum, eftir at tað onkra ferðina hevur verið tætt við, og eftir at vónbrotini hava verið mong seinastu fjórðings øldina.
? Spurningin ber tað ikki til at svara einfalt uppá. Fleiri viðurskifti hava gjørt seg galdandi. Um hugburðurin hevði verið, sum hann onkuntíð hevur verið, so høvdu vit longu nú meiri ella minni havt lagt árarnar inn, tí vit hava vunnið løgmanssteypið. Men tað kemur ikki upp á tal nú. Vit gleðast sjálvandi um veruleikan, at vit eru steypavinnarar, men tað fyllir lítið ella einki í venjingini og í fyrireikingunum til landskappingardystirnar. Vit taka ein dyst í senn, og vit eru heilt víst framvegis svangir eftir at vinna og harvið at standa okkum betri í landskappingini, enn vit áður hava gjørt.
Arnfinn Langgaard hevur ikki vunnið nógvar veruligar sigrar.
? FM heitini vórðu vunnin í smádreingjadeildini í 1981 og í dreingjadeildini í 1983. Vit vóru fleiri frá 1967 og 1968 árgangunum, sum vóru á liðnum, ið vann hesi meistaraheitini og sum seinni komu á 1. lið, sigur Arnfinn Langgaard og nevnir eitt nú Jens Martin Knudsen, Trygva Mortensen, Terja Hansen, Sverra Justinsusen og Oddfríð Gaardbo.
?Fleiri av hinum komu tíðliga á 1. lið, men eg gjørdist ikki fastur maður fyrrenn í 1988. Tá høvdu vit møguleikan at vinna steypafinaluna, men HB vann 1?0, og síðani havi eg bara verið við til at vinna 2. deild tríggjar ferðir. Tað er ikki meiri enn troystpremian.
Men hvørjar heldur tú orsøkirnar vera til, at tað gongur so væl nú?
? Ein orsøk er samansetingin av liðnum. Vit eru nakrir omanfyri 30 ? umframt Jens Martin, sum vit líta eitt hundrað prosent á, og meg hugsi eg um Eddie Mikkelsen, sum er 33, Gert Langgaard og Djóni N. Joensen eru 30, og Pól Thorsteinsson er 29. So eru tað nakrir, ið vóru á góða unglingaliðnum, sum vann FM fleiri ferðir í níti árunum. Nú eru teir umleið 25 ára gamlir og væl fyri. Her sipi eg til Óla Hansen, Mortan Hansen, Ian Højgaard, Helga L. Petersen, Jónstein Petersen og Sjúrður Jacobsen, og so eru nakrir uppaftur yngri eitt nú Sonni L. Petersen, Ken Nónklett, Bergur Djurhuus og Bryynjolvur Nielsen. Talan er um eina góða blanding.
Arnfinn Langgaard heldur, at menningin er komin so líðandi bæði á sjálvum liðnum og eisini kring liðið og í felagnum sum heild.
? Í ár hava vit fingið fleiri spælarar, sum hava spælt og harvið vant aðra staðni, og tað hevur verið góður íblástur. Og hóast tað skjótt kann tulkast sum snobbarí fyri at styrkja um møguleikarnar hjá einum sjálvum at vera á liðnum, so sleppa vit ikki uttanum at nevna venjaran. Jógvan Martin Olsen er ein vinnaratypa. Hann trýr uppá, at tað skal bera til, og hann hevur megnað at flyta sín hugburð yvir á okkum. Hann er altíð sera væl fyrireikaður til venjingar og dystir, og úrslitið av øllum hesum er, at tað higartil hevur hilnast væl, og at vit framvegis hava fokus á næstu uppgávuni. Tað ber væl til at brúka nógva tíð uppá fótbóltin og kortini ikki at fáa so nógv burturúr. Í ár venja vit fýra ferðir um vikuna, og tað er nógvur intensitetur í.
Søgan og framtíðin
Tá vit lufta møguleikan, at NSÍ í síðsta umfarinum kann spæla fyri at vinna fyrsta FM heitið í Klakvík, dettur tosið beinanvegin niður á støðuna í 1988, tá Arnfinn Langgaard fyrstu ferð var fastur maður í 1. deild.
? Tá vóru átta feløg í 1. deild, og bara aftasta liðið flutti niður. Í síðsta umfarinum spældu vit ímóti KÍ í Klaksvík fyri at sleppa undan aftasta plássinum. KÍ skuldi vinna, meðan vit varðveittu plássið, um vit megnaðu javnleik. Minnist meg rætt vóru vit á odda bæði 1?0 og 2?1, men teir vunnu 3?2. Í síðsta minuttinum stútaði eg hornasparksinnlegg í tvørtræið og niður á strikuna, men vit fingu ikki mál og fluttu niður. Um vit fara at stríðast um FM heitið í Klaksvík, so kunnu vit ikki siga annað, enn at talan verður um eina heilt øðrvísi støðu, enn hon var fyri fjúrtan árum síðani.
Men um tað ikki eydnast í ár, so verður ein nýggjur møguleiki at vinna FM komandi ár?
? Ikki hjá mær. Eg havi gjørt av at gevast í 1. deild, tá hetta árið er liðugt. Vit eiga trý børn, og tað ber ikki til framvegis at brúka so nógva tíð upp á fótbóltin. Tað gongur bara, tí konan bakkar hundrað prosent upp. So bakki eg hana upp um vetrarnar, tá hon spælir hondbólt.
Tað er ikki tað, at tú ert bangin fyri at missa plássið?
? Um venjarin heldur, at eg skal út á beinkin at sita, so havi eg einki ímóti tí. Plássið í miðverjuni havi eg spælt á síðani í 1997, tá Petur Mohr broytti til 4?4?2. Frammanundan var eg á miðvøllinum. At eg fór longri aftur á vølllin hevði við sær, at spælið hjá mær varð lagt heilt um. Nú ber ikki til at taka kjansirnar, sum tað bar til at taka longri frammi á vøllinum.
Men kennir tú, at orkan gongur undan?
? Avgjørt ikki. Eg eri lættur á mær, og ? eg skal ikki hava orðið av mær ? eg havi einki kent til vøddaskaðarnar, sum fleiri av teimum yngru hava verið plágaðir av. Tá vit kapprenna, eru tað onkrir, sum eru skjótari enn eg, men teir eru ikki nógvir. At eg rokni við møguleikanum at enda á beinkinum kemst av, at vit eru tríggir, sum røkja tvey pláss. Tá vit byrjaðu at venja, roknaði eg við, at Pól Thorsteinsson og Djóni N. Joensen fóru at røkja plássini í miðverjuni, men umstøðurnar hava lagað tað soleiðis, at tað hvørja ferð hevur verið brúk fyri mær. Teir hava báðir verið skaddir, og so hava leikbann eisini verið uppií, og venjarin royndi eisini við Pól Thorsteinsson á miðvøllinum og á vongverjanum í høgru. Men eg varð skjótt greiður yvir, at tað skuldi nógv stríð til fyri at hanga í. Eg ætlaði at leypa venjingina mánakvøld um, men tað var bara onkra hendinga ferðina í fyrstuni, at tað varð aktuelt. Síðani havi eg vant so at siga hvørja ferð.
Men freistar tað teg ikki at halda fram, tá Europa Cup verður á skránni komandi ár?
? Aldrinum kanst tú ikki renna undan, og eina ferð er nóg mikið. Tá hetta árið verður liðugt, havi eg verið fimtan kappingarár á besta liðnum, og tað eru ikki so nógvir aðrir, sum hava spælt so leingi í NSÍ. Í løtuni komi eg í tankar um Eyðun og Oddfríð Gaardbo, og um Trygva Mortensen. Teir komu allir blaðungir á 1. lið, men teir eru givnir fyri fleiri árum síðani. Eg ætli mær við til Europa Cup á útivølli, men tað verður sum áskoðari. Og so fari eg sjálvandi at luttaka í nógva fótbóltsprátinum, sum er her á leið, og sum tað vónandi verður orsøk at halda fram við komandi ár.
Tá dysturin í átjanda umfarinum í Klaksvík leygardagin 5. oktober verður av, verður greitt, um Arnfinn Langgaard verður FM vinnari við NSÍ, tá hann fer at gevast á hægsta støði, ella um hann í gásareygum bara verður steypavinnari. Men tann sigurin, sum hann var so tætt við at vinna fyrsta árið í bestu deildini ? í 1988 ? og sum hann hevur verið við at vunnið í ár, kann eingin taka frá honum og liðfeløgunum. Tað smakkar teimum væl.