Sigrið og Katrin veita lektiuhjálp

Býarbókasavnið í Tórshavn skipar aftur fyri lektiuhjálp til næmingar í framhaldsdeildini og miðnámi.

Býarbókasavnið fer nú aftur undir at veita lektiuhjálp til næmingar í framhaldsdeildini og miðnámi.


Møguleikin verður hjá ungum at fáa hjálp mánadagar og mikudagar millum klokkan 16.30 og 18, tá Sigrið Guðjónsson og Katrin Dahl Hanusson eru til reiðar at hjálpa.


Sigrið Guðjónsson og Katrin Dahl Hanusson eru 19 og 20 ára gamlar og blivu studentar í 2015. Tær eru ávikavist málsligur og støddfrøðiligur studentur og hava royndir sum lektiuhjálparar frá studentaskúlanum í Hoydølum.


Hjálp fæst til vanlig skúlating og uppgávur. Tey, sum ganga í 3. S, eru farin í gongd við høvuðsuppgávuna, og eisini her er hjálp at fáa frá lektiuhjáparunum til uppgávuskriving og uppseting av uppgávuni. Og á bókasavninum er eisini wifi, bøkur og bókavørðir.