Sigrid Samuelsen 75 ár

    

Leygardagin tann 27. mars fylti Sigrid Samuelsen á Brekku í Klaksvík 75 ár. Mong kenna hana betri sum Sigrid á Støðini, har hon hevur starvast í ein mansaldur.
Sigrid er fødd á Viðareiði, Undir Hoygarðinum; hon er dóttir Malenu Elisabeth Joensen, vanliga nevnd Betta, ið var dóttir Jóhonnu og Daniel Johannes Joensen, vanliga nevndur Dáli, við Garð og Søren Sørensen Undir Hoygaðinum, ið var sonur Birthe Mariu úr Innistovu við Garð og Wilhelm Sørensen Undir Hoygarðinum á Heygum.
Systkin hennara vóru Villi Sørensen, ið var lærari í Klaksvík, hann var eisini blaðstjóri á Sosialinum og landsstýrismaður eitt skifti, Dahl ið var fiskimaður og keypmaður og Jógvan, ið var fiskimaður alla sína tíð.
Pápin Sørin, Dahl og Jógvan vóru allir seyðamenn eisini. Eftir á lívi eru bert Solveig, ið er gift í Danmark og Sigrid.
Sigrid gekk í skúla hjá Poul Enok Hansen, ið segðist vera góður lærari, og eftir skúlatíð var hon ofta í handlinum, ið var í kjallaranum uppi í barnaheiminum, tá nýggja Hoygarðinum.
Mamma hennara doyði, tá hon var lítil, men fastir teirra, Sigga Malena, helt hús við teimum.
Sigrid fór ung á telefon-støðina í Havn at arbeiða og var har í nøkur ár, og seinni kemur hon at arbeiða á telefonstøðini í Klaksvík, tað var, meðan Elin í Lávíkunum var fyristøðukvinna, og hon arbeiddi har øll árini, meðan Hjørdis Klein, Hjørdis á Støðini, var har, og tá Hjørdis legði frá sær, gjørdist Sigrid fyristøðuleiðari har og til hon fór frá fyri aldur, ein drúgv og trúgv tænasta.
Sigrid giftist í 1955 við Ragnar Samuelsen, Ragnar hjá Suðuroyar Jóhan og Annu Mariu úr Útistovu í Vági í Klaksvík, ið bæði høvdu siglt við gamla Smyrli og funnið hvønn annan har. Ragnar arbeiddi sum sýslufulltrúi í Norðoya sýslu. Hann doyði í 1993.
Sigrid og Ragnar fingu trý børn: Elisabeth, sum býr í Havn, Jóhan og Andras, sum báðir búgva í Klaksvík, og hon eigur fimm ommubørn, 2 í Havn og 3 í Klaksvík.
Sigrid hevur altíð verið hjálpsom, vinsæl og hon eigur góðan vinaskara, og hugnaligt er at koma á gátt hjá henni og børn, ommubørn og onnur flykkjast um hana.
Árstalvan sigur sjútifimm, men tað sært tú ikki á henni, hon er lættlyndisfólk og dugir eisini av starvsroyndum hendinga væl at umgangast fólk, er avbera handafim, og kemur tú inn til hennara, situr hon ofta við onkrum handarbeiði, og so loysir hon hvørja krossgátu, hon fær hendur á.
Hjartaliga tillukku, Sigrid og góðan byr í framtíðini.
????????????

Nøkur vinfólk