Tá heimsmeistarakappingin í bogaskjóting verður í Fraklandi um mánaðarskiftið februar/mars, verður í øllum førum ein føroysk kvinna við – og kanska enntá tvær.
Longu fyri jól kláraði Sigrid Vang HM-kravið, sum var at skjóta minst 560 stig í ikki bara einari kapping, men tveimum ymsum kappingum. So her er ikki nóg mikið við einum »lucky punch«, men kravið skal røkkast tvær ferðir.
Spurningurin er so, um Sigrid skal avstað til Fraklands sum einasti føroyski bogaskjúttin, ella um Anja Johansen eisini sleppur við, tí hon megnaði um vikuskiftið at skjóta júst 560 stig, tá kappast varð á 18 metrum í Havn.
– Í mun til Sigrid, sum hevur klárað HM-stigini tvær ferðir, var hetta fyrstu ferð, at eg kláraði tey 560 stigini. Men skal tað eydnast mær at sleppa við til HM, skal eg aftur um vikuskiftið skjóta minst 560 stig, tí tá verður síðsta kappingin, har eg havi møguleikan, sigur Anja Johansen.
– Eg havi bara henda eina kjansin aftrat, so hesa vikuna má eg bara spenna meg ordiliga út við venjing, venjing og aftur venjing. Men megni eg at halda høvdið kalt, kann tað gott bera til, so eg fari í øllum førum at royna.
Einki av mannfólkunum í føroyskari bogaskjóting hevur megnað HM-kravið, sum hjá teimum er 581 stig, so tað verður altso kvinnulig umboðan – og møguliga tvífald – ið skal seta Føroyar á heimskortið millum bogaskjúttarar hesaferð.
Í kappingini um vikuskiftið vann Albert Dam úr Ørvi í compound, tá hann í finaluni vann 6-0 á Jógvani Niclasen úr Tambum. Í bronsufinaluni, sum var millum Kaj Johannesen og Schandorff Vang úr Ørvi, vann Kaj 6-4.
Í recurve van Oddmar Nielsen úr Ørvi í finaluni 6-4 á Jastrid M. Jensen úr Tambum, og í bronsfinaluni vann Hans Petur Højgaard úr Ørvi 7-3 á Teiti Dalsgarð úr VágaSkoti.