Sigrun Gunnarsdóttir 60 ár

Týsdagin 9. mars fylti Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen listakvinna á Eiði 60 ár.

Sigrun er fødd og uppvaksin á Eiði. Hon er abbadóttir navnframa listamannin Niels Kruse. Longu sum smágenta sást at henni dámdi væl at tekna, og at tað lá væl fyri hjá henni. Sum 21 ára gomul fór hon í 1971 á Glypotekets Tegneskole hjá Askou Jensen í Keypmannahavn, og í 1973 kom hon á det Kongelige Danske Kunstakademi, har hon gekk til 1980.


Hon hevur havt nógvar listaframsýningar, bæði í Føroyum og í øðrum Norðurlondum sum t.d. Íslandi, Danmark og Svøríki. Eisini hevur hon havt framsýningar í Grønlandi og í Týsklandi. Saman við øðrum føroyingum tók Sigrun stig til eina listaframsýning í New York í 2000.


Fyrstu árini vóru myndaevnini hjá Sigrun mest naturalistisk við denti á at lýsa dagligdagin hjá vanliga føroyinginum. Seinni er meira symbolikkur í málningunum - teir hava ein boðskap, sum fær fólk at steðga á og hugsa, sum onkur hevur tikiðtil; myndirnar hjá Sigrun festa seg á nethindina.


Frá 1998 til 1999 búði Sigrun saman við familjuni í eini lítlari bygd í Eysturgrønlandi. Hetta sást eisini aftur í teimum listaverkum, sum komu frá hennara hond tað tíðarskeiði.


Sigrun hevur mangan fingið góð skotsmál frá ummælarum her heima eins væl og úti í heimi. Millum listafólk verður hon mett at vera eitt hitt mest originala listafólk í landinum.


Sigrun er dóttir Brynhild, f. Kruse, og Gunnar Andreasen, bæði av Eiði. Hon er gift við Tordi Niclasen úr Sørvági. Tey eiga trý børn: Maria, Pætur og Heini.


-red