Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen er fødd 1950 á Eiði.
Útbúgving: Tekniskúli hjá Askou Jensen á Glyptotekinum í Keypmannahavn 1971-72, Málara- og grafikkskúlin á kunstakademinum í Keypmannahavn (Vilhelm Freddie, Dan Sterup Hansen, Freddie A. Lerche og Sven Dalsgaard) 1973-80.
Síðan miðskeiðis í 1970árunum hevur Sigrun sýnt fram á Eiði og í Havn, m.a. á Ólavsøkuframsýningini 1975-98 og Várframsýningini 1992-99 hevur givið stóran listarligan íblástur, og í fjør hevði hon serframsýningar í Tasiilaq, Grønlandi, á Eiði og í Havn.
Hetta er fyrsta stóra serframsýning Sigrunar í Listaskálanum.
Framsýningin er opin til 24. apríl 2000. Týsdag-fríggjadag kl. 14-17. Leygardag-sunnudag kl. 14-18. Mánadag er ikki opið. Páskadag er framsýningin ikki opin.