Sigrun Mortensen 60 ár

Hósdagin 28. mai rundar Sigrun Mortensen tey seksti.

Sigrun er fødd hin 28. mai 1949 í Tórshavn. Hon er dóttur Juliu Jacobsen, f. Hansen úr Nólsoy og Jákup Ki Jacobsen úr Tórshavn.


Sigrun gekk í skúla í Kommunuskúlanum. Eftir lokna skúlagongd fór hon at arbeiða m.a. hjá Hans Hendrik Jacobsen í nøkur ár, og so eftir hetta hjá Thomas Dam Búnýti í umleið 25 ár. Harumframt hevur hon serverað til ymisk tiltøk gjøgnum nógv ár. Nú arbeiðir hon á Láargarði og hevur gjørt tað í 10 ár.


Sigrun er gift við Kaj P. Mortensen, úr Trongisvági á 35. ári og saman eiga tey 4 børn og eitt ommubarn.

Sigrun verður burturstødd á 60 ára degnum.