Í gjár læt upp forvitnislig framsýning hjá Sigrun Gunnarsdóttir, har hópin av fólki hevði leitað sær at vera við á Eiði.
Niels Midjord og Elin Hansen sungu, og borgjarstjórin á Eiði, Jógvan í Skoruni, helt røðu. Borgarstjórin var lítillátin og segði, at hann ikki hevði gott skil fyri list – tó helt hann, at eitt aðaleyðkenni í listini hjá Sigrun var kærleiki. Kærleiki til síni kæru, til tað stóra og til til tað lítla. Til alheimin og lítla Eiði.
Borgarstjórin vísti á, at Sigrun hevði sýnt fram víða um í heimi – ja, heilt eysturi í Japan, og var tað ikki møguligt at gera upp í peningi, hvussu nógv virði hetta hevði fyri Føroyar og Eiði.
Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær til Eiðis í góðveðrinum í gjár, og væl varð dekkað upp við turrari grind, turrum fiski, spiki, og øllum, sum har til hoyrur.
Ein frálík framsýning í góðum veðri á einum frálíkum staði, við hópin av fólki. Og tað nýtist ikki at siga, at Sigrun er fantastisk og altjóða – og eitt av okkara serstøku litsafólkum.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum á Eiði í gjár: