Sigrun Smith var tryggur vinnari av einmansleikinum í badminton á Oyggjaleikum.
Mótstøðukvinnan hjá Sigrun var liðfelagin Mille Kongstad, sum umboðar Grønland, men Mille megnaði ikki at gera nakað við sterka føroyska badmintonspælaran.
Sigrun Smith vann finaluna 2-0. Í báðum settum var greiður munur á spælarunum.