Sigur nummar 100 hjá Messi við argentinska landsliðnum

Argentina er ósigrað í teimum seinastu 35 landsdystunum

Lionel Messi kundi markera eitt serstakt jubileum, tá hann og liðfelagarnir á argentinska landsliðnum vunnu 3-0 á Jamaika, ið hevði fyrrverandi íslendska landsliðsvenjaran, Heimir Hallgrímsson við róðrið á fyrsta sinni. 

 

Lionel Messi kom á vøllin tá 56 minuttir vóru farnir av dystinum, og hann økti til bæði 2-0 og til 3-0 seinastu løtuna av dystinum.

 

Talan var um mál nummar 89 og mál nummar 90 hjá Lionel Messi fyri Argentina. Samstundis var sigurin á Jamaika sigur nummar 100 hjá Lionel Messi við Argentina.

 

Argentina eru ósigraðir í 35 landsdystum nú. Argentina hevur ikki tapt ein dyst síðani 2019.

 

Argentina er bert tveir dystir frá at taka metið, ið Italia eigur. Millum 2018 og 2021 var Italia ósigrað í 37 dystum á rað.

 

Landsliðini sum hava havt flest dystir sum ósigraði: 

 

37: Italia (2018–21)

35: Spania (2007–09)

35: Brasil (1993–96)

31: Argentina (1991–93)

30: Frakland (1994–96)

30: Italia (1935–39)