Sigur til Heina

Kravið hjá Heina er at fáa 5 stig í krútsterku kappingini. Eftir sigurin fyrrapartin eru 2½ stig komin til høldar. Eftir resta 4 umfør í kappingini, har kravið sostatt er 2½ av 4. Sigurin á Olafi ?við svarta fólkinum - var sera sannførandi.

 

Hinvegin varð Martin Poulsen av álvara settur uppá pláss av litavska stórmeistaranum GM Sarunas Sulskis, tá hann við svarta fólkinum royndi alternativar leiðir í sisilionsku spæliskipanini.

 

Úrslitini í 5. umfari:

 

GM R. Åkesson ? GM G. Jones ½-½

IM E. Lund ? GM M. Grabarczyk ½-½

Olaf Berg ? FM Heini Olsen 0-1

GM S. Sulskis ? Martin Poulsen 1-0

FM D. Semcesen ? T. Sammulvuo ½-½

 

Í dag verður dupult umfar telvað og kl. 18.45 verður 6. umfar í kappingini sett í gongd. Heini Olsen hevur hvíta fólkið ímóti litavanum GM Sarunas Sulskis. Eitt sera trupult og spennandi talv hjá Heina. Martin Poulsen hevur somuleiðis hvíta fólkið, ímóti svianum FM Daniel Semcesen, meðan Olaf Berg telvar við svarta fólkinum ímóti polska stórmeistaranum Miroslaw Grabarczyk.

 

Fylgið LIVE-dekninginum ? leik fyri leik - á: www.faroechess.com.