Sigurð Ó. Vang nýggjur leiðari á Landsverki

Mentamálaleiðarin hjá Tórshavnar kommun eru settur sum leiðari fyri nýggju Verkætlanardeildini á Landsverki

 

Landsverk boðar í dag frá, at tey hava í dag sett Sigurð Ó. Vang í starv sum deildarleiðara fyri Verkætlanardeildina.

Herfyri søkti stovnurin alment eftir leiðara til nýggju Verkætlanardeildina, sum er miðdepilin fyri allar byggi-, verklags-, og viðlíkahaldsverkætlanir hjá stovninum. Nýggju umsóknir komu til starvið, og setanarbólkurin hevur í dag kunngjørt, at tað er 48 ára gamli Sigurð Ó. Vang, sum fer at leiða deildina. 

Sigurð Ó. Vang, ið er útbúgvin cand.merc.jur. og hevur seinastu árini verið mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, og starvaðist undan hesum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum. 

Nýggi leiðarin fyri Verkætlanardeildina gleðir seg til at fara undir nýggju avbjóðingarnar.

Sigurð Ó. Vang byrjar í leiðarastarvinum 1. mai.