Kristina Simonsen leikar við AB. Hon er sera væl nøgd við 3-2 sigurin á KÍ. AB kvinnurnar vóru sera fegnar, og tað er eisini ein sannroynd, at tað er eitt satt bragd, ið tær hava framt.
- Vit eru væl nøgdar við sigurin. Hann hevur sera nógv at siga fyri okkum, tí at nú hava vit vunnið á meistarunum og sostatt prógvað, at vit kunnu spæla upp til tær. Tað var eisini gott at vinna á teimum á síðsta leikdegi, tá ið tær fingu steypið handað, sigur Kristina.
Tær í AB ætla sær at gera seg galdandi í toppinum næsta ár.
- Vit ætla okkum at hótta KÍ næsta ár. Um vit møta væl upp til venjing og eru seriøsar, so kunnu vit koma langt. Umstøðurnar eru í øllum førum góðari felagnum, so fortreytirnar eru har, sigur Kristina.