info
Ongi úrslit

Sigurin móti Liktinstein er søguligur

Føroyar hava vunnið 30 sigrar í altjóða fótbólti, og í kvøld var sigurin størri, enn hann nakrantíð áður hevur verið

Jóannes Hansen
7. juni 2021 kl. 21:35

Tað var sera trilvandi og leitandi fyrstu løtuna, og tað vendi heilt skeivt, tá ið tað longu eftir stórar 10 minuttir var neyðugt at skifta málverja, og tá ið Liktinstein so legði seg á odda 1-0. Men tað endaði framúr væl.

Føroyska liðið fótaði sær. Sendingarnar vóru neyvari, tað gekk skjótari fyri seg, og eftir at Klæmint hevði javnað, og Brandur H. Olsen síðstu tíggju minuttirnar undan steðginum skoraði tvey mál var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

Beinanvegin eftir steðgin vórðu Odmar Færø, Hallur Hansson og Petur Knudsen skiftir inn og seinni eisini Andreas Lava Olsen og Tróndur Jensen, og talan var um fínt, hugflogsríkt og sannførandi samanspæl.

Klæmint A. Olsen skoraði fyri aðru ferð, tá ið hann við stútara eftir horna úr vinstru frá Peturi Knudsen økti til 4-1, og so var spurningurin, um tað fór at eydnast at vinna størsta sigurin nakrantíð, síðani Føroyar í 1988 vórðu partur av altjóða fótbóltsfamiljuni.

Føroyar høvdu undan dystinum í kvøld spælt 210 altjóða skrásettar landsdystir. 29 ferðir hava Føroyar vunnið fulla úrtøku. Størstu sigrarnir vóru við trimum málum.

Men í kvøld eydnaðist tað fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna við fýra málum.

Søguliga 5-1 málið skoraði Viljormur Davidsen við brotssparki, og aftur í hesum førinum átti Klæmint A. Olsen stóran leiklut, tí tað var hann, sum varð feldur dygst innanfyri brotsteigarmarkið.

Viljormur Davidsen var ósvikaliga tryggur, tá ið hann sendi bóltin úr ellivu metrum og dygst undir tvørtræið, og søguligi sigurin við fýra málum var veruleiki.

At Liktinstein, sum Føroyar nú hava vunnið seks ferðir ímóti, og sum í kvøld kanska var í veikari útgávu enn fimm tær undanfarnu ferðirnar, við síðsta sparkinum í dystinum smekkaði bóltin í stólpan verður gloymt beinanvegin. Nú fegnast føroyski fótbóltsheimurin um rimmar 5-1 sigurin, sum er søguligur.

https://in.fo/myndasoevn/myndasavn-forsida

 

Føroyar – Liktinstein 5-1 (3-1)

0-1: Max Göppel 

1-1: Klæmint A. Olsen

2-1: Brandur H. Olsen

3-1: Brandur H. Olsen

4-1: Klæmint A. Olsen 64.

5-1: Viljormur Davidsen br 78.

Dómari:  Ívar Orri Kristjánsson

Føroyar: Tórður Thomsen, NSÍ (Teitur Matras Gestsson, HB, 11.) – Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ, Hørður H. Askham, HB (Odmar Færø, KÍ, 46.), Heini Vatnsdal, KÍ (Hallur Hansson, AC Horsens, 46.), Viljormur Davidsen, Vejle BK – Jóan Símun Edmundsson, Armine Bielefeld (Petur Knudsen, NSÍ, 46.), Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Brandur H. Olsen, Helsingborg IF (Tróndur Jensen, NSÍ, 60.), Meinhard E. Olsen, Bryne BK (Andreas Lava Olsen, Víkingur, 60.) – Klæmint A. Olsen, NSÍ

 

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

Í gjár kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

1 tími síðan
Tíðindi

Selja listarverk úr savninum hjá Føroya Banka

1 tími síðan
Tíðindi

Nógvur roykur úr bili sunnan fyri Hósvík

1 tími síðan
Tíðindi

Ukrainskar dronur drupu fýra fólk í Russlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Handa Michel­in-stjørn­ur í Havn næsta ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Slovakia hevur eina greiða favorittstøðu

3 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundakapping millum Fjarða

9 tímar síðan
Tíðindi

Faderhuset í Filmsfelagnum

10 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Harry Kane setti dystarmet og Italia vann á Fraklandi

10 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris - tekniningarfreistin nærkast

10 tímar síðan
Hondbóltur

Sigursrøðin hjá Vali steðgaði á Hafnarfirði í kvøld

10 tímar síðan
Tíðindi

Býarbókasavnið hevur fingið nýggjan leiðara

10 tímar síðan