Sigursløtan og sigurssamrøður úr Luksemborg (FM1)

(FM1) Endurhoyr seinastu løtuna av sigrinum á Luksemborg, og hoyr níggju samrøður frá FM1 við spælarar og venjara

 

##med2##

Hondbólts-Føroyar kunnu anda lættan. Vit hava loksins ein HM-undankappingarsigur. Sálarliga hevur 24-22 (11-10) sigurin á Luksemborg sera stóran týdning, og tað duldu spælararnir og hjálparvenjarin ikki, tá reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal fekk orðið á teir aftaná dystin.

Føroyar-Luksemborg 24-22 (11-10)

Føroyar: Kjartan Johansen 4, Pætur Thomsen 4, Peter Krogh 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Teis H. Rasmussen 2, Nicklas Selvig 2, Jónas G. Djurhuus 2, Rókur Akralíð 1, Brandur Halgirsson 1. Helgi H. Hoydal 1 og Rói B. Hansen 1. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum seinastu minuttunum. Gunnar Djurhuus var viðmerkjari. Hoyr eisini Gunnar taka samanum týdningarmikla sigurin.

2) Samrøða: Rókur Akralíð, liðskipari.

3) Samrøða: Pætur Thomsen.

4) Samrøða: Jónas G. Djurhuus.

5) Samrøða: Helgi H. Hoydal.

6) Samrøða: Rói B. Hansen.

7) Samrøða: Teis H. Rasmussen.

8) Samrøða: Kjartan Johansen.

9) Samrøða: Hilmar Leon Jakobsen.

10) Samrøða: Dia Midjord, hjálparvenjari, ið loksins fekk sín sigur á Luksemborg. 

 

Fyrr í dag vann Litava 25-24 (11-12) á Slovakia, og litavar hava sostatt vunnið seg víðari til sjálva HM-undankappingina.

Litava fekk seks stig, Slovakia fýra stig, og Føroyar tvey stig. Luksemborg endaði aftast ið ongum stig. 

##med3##

 

(Føroyar-Luksemborg 24-22. Hoyr dystarendan, greining og samrøður við átta spælarar og hjálparvenjaran)